Leita á in.fo

Tey, sum koyra seint um kvøldið, ella um náttina, hava bara seg sjálvi á at líta, tí Landsverk hevur ikki ráð til at rudda kava

Áki Bertholdsen 11.02.2019 (10:59)

Hetta er ikki nøktandi av Landsverki

Landsverk hevur ikki ráð til at salta vegirnar, ella at rudda vegirnar fyri kava seint um kvøldið, ella um næturnar, hóast tað eisini er rættiliga ferðsla hesa tíðirnar á degnum.

 

Landsverk sigur, at Landsverk fær einar 10 milliónir um árið til at salta vegirnar, og rudda eir fyri kava um veturin, tá ið kavi er. Og fyri teir pengarnar hava tey ráð til at rudda vegirnar frá klokkan fimm á morgni, til klokkan níggju á kvøldið mitt í viku, og frá klokkan seks á morgni til klokkan níggju á kvøldið um vikuskiftini.

 

 

Samstundis hevur Landsverk býtt vegirnar upp i bólkar, so teir týdningrmiklasti vegirnir verða ruddaðir fyrst. Her sært tú, hvussu vegirnir verða saltaðir og ruddaðir, har tú plagdi at koyra. Tað sært tú við at trýsta her: Soleiðis verða vegirnir saltaðir og ruddaðir

 

 

Men samstundis vísir Landsverk á, at vinnan mennist alsamt og taliðð á bilum veksur alsamt, og bæði vinnan og almenningurin halva  alsamt størri tørv á, at tað er koyrandi allan sókarkringin. Eitt nú eru tað nógv fólk sum arbeiða uttan fyri vanliga arbeiðstíð, og vinnuligur flutningur er eisini um náttina

 

Landsverk nevnir sum eitt dømi, at ein hósdag við hálku og nógvum kava í apríl mánaði fjør, koyrdu heili 737 persónbilar og
20 størri bilar á Sundi ímillum klokkan níggju um kvøldið og klokkan fimm um morgunin. Og tað er umleið átta prosent av allari ferðsluni tað samdøgurið.

 

Sama dag koyrdu 362 persónbilar og 24 stórir bilar við Norðskálatunnilin ímillum klokkan níggju um kvøldið til klokkan fimm um morgunin Tað er umleið sjey prosent av allari ferðsluni tað samdøgrið.

 

– Hetta er uttan fyri tíðina at grivið ella saltað verður, sigur Landsverk. Víst verður eisini á, at sambandi við ferðaætlanina hjá, eru tað fýra kvøld um vikuna, har Smyril ikki er á Krambatanga fyrr enn klokkan 23.30. Og tað sama ger seg galdandi viðvíkjandi rutunum hjá Sam og Teistanum, sum báðir sigla tíðir á degnum, tá ið Landsverk ikki saltar ella ruddar.

 

– Tað merkir, at ferðslan frá Smyrli koyrir til á midnátt og hetta er tríggir tímar eftir, at seinasti bilur ella maskina hjá Landsverki hevur verið á vegnum, og tað kann ávísar tíðir vera ein stórur trupulleiki, sigur Landsverk.

 

Skjótt hendur eisini tað, at landið verður bundið meira saman við Eysturoyartunlinum, og tá fer ferðslan at vaksa enn meira.

 

– Við verandi maskinum og amboðum verður tað torført at ganga hesum avbjóðingum á møti, tí longu nú er støðan tann, at tað gongur ikki nóg væl at hava vegirnar opnar, sigur Landsverk.

 

Og niðurstøðan er, at skal tað eydnast at hava vegirnar opnar allan sólarkringin, verður tað neyðugt at fáa fleiri maskinur, og at fáa tvær ferðir so stóra manning, sum tey hava til kavarudding í dag. Tískil verður neyðugt at fáa 15 – 20milliónir til endamálið aftur ímóti teimum 10 milliónu um, sum tey nú hava til taks.

 

Maskinurnar, ið rudda kava, eru gamlar og tí verður eisini neyðugt at fáa 20 – 30 milliónir til nýggj amboð, leggur Landsverk afturat.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her