Leita á in.fo

Pætur Hjalmar Evensson 13.03.2019 (11:25)

- Hetta er ikki til at skilja

Til Faroese Music Awards leygarkvøldið fekk fríski elektroniski bólkurin VSJ Áhoyraravirðislønina og virðirslønina fyri ársins videolag. Sama dag bleiv satðfest í morgunsendingini hjá Kringvarpinum, at Føroya útvarpslurtarar hava valt "Something Magical" hjá VSJ sum ársins útvarpshitt. 


In.fo hitti ein glaðan Villiam Soo Joensen frá VSJ til eina viðmerking til FMA leygarkvøldið.  

 

- Hetta er simpulthen ikki til at skilja, men tað er ordiliga stuttligt. Vit hava bara verið til í gott eitt ár, so tað er løgið at hugsa sær, at vit longu eru komnir her til, sigur hann.

 

 

- Alt er gjørt heima

Tá VSJ tók ímóti áhoyraravirðislønini segði Villiam, at hendan viðurkenningin kendist ekstrem, tí teirra tónleikur var “kamarstónleikur”, sum hann tók til.

 

- Hatta er alt gjørt við einari teldu heima, so hetta virkar bara uppá onkran máta skeivt. Eg veit ikki, hvussu mann skal forklára tað, flennir Villiam Soo Joensen.

 

 

Gott samstarv

Limir í VSJ eru Dávur á Reynatrøð, Villiam Soo Joensen, Høgni Jógvanson og Fríði Bjarkhamar. Villiam fortelur, hvussu tónleikur teirra verður gjørdur.

 

- Dávur á Reynatrøð, sangarin, plagar at skriva sangirnar akkustiskt, og so sendir hann mær eina demo av tí. Síðani geri eg tað á nýggjum elektroniskt frá grundini av. Og so henda ting. Onkuntíð hendir okkurt merkiligt, onkuntíð hendir okkurt kul.

 

VSJ vóru tilnevndir heili fýra virðislønir í ár – ársins nýggja navn, ársins bólkur og sangur teirra “Something Magical” var í uppskoti til ársins sang. Harumframt vóru teir eisini í uppskoti til ársins videolag við sanginum God’s Work, sum Pætur Høj hevur framleitt, og hesa virðislønina vunnu teir.

 

Hoyr God's Work, sum VSJ spæla saman við Daniu O. Tausen her:

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her