fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 13m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 16.02.2017 (09:39)

Hetta er nógv tann besta loysnin

– Nú er tað farið at síggja heilt gott út!

 

Tað halda tey í býráðnum á Tvøroyri

 

Um ikki so langa tíð verður farið undir at gera ein nýggjan Hvalbiartunnil, men tað hevur verið rættiliga nógv kjak um, hvar hann skal vera.

 

Upprunaliga ætlaði Landsverk, at hann skuldu vera stutt frá verandi tunli, men tað hava kommunurnar í Hvalba og í Sandvík, sett seg ímóti.

 

Tey halda, at tað hevur stóran týdning at fáa tunnilin so langt út ímóti Tvøroyri sum gjørligt fyri at sleppa undan tí drúgvu brekkuni niðan ígjøgnum dalin.

 

Tey halda eisini, at tað hevur stóran týdning at tunnilin verður lagdur, har tað er best, tí hann verður ein partur av samferðslunetinum norðureftir, tá ið undirsjóvartunnilin einaferð er komin.

 

Tað hava bæði Landsverk og landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Henrik Old, verið sinnað til.    

 

Síðani er linjuføringin flutt nakað úteftir, men nú hava borgarstjórarnir í Hvalba, á Tvøroyri aftur verið á fundi við Landsverk og landsstýrismannin um at fáa tunnilin enn longur út.

 

Nú er sostatt ein nýggj linjuføring løgd og eftir henni kemur tunnilin út heilt úti í dalinum, beint við viðarlundina í Trongisvági.

 

Sostatt slepst undan allari brekkuni niðan ígjøgnum dalin.

 

Í Býráðnum Tvøroyri umrøddu tey ætlanina á seinasta býráðsfundi, og har hildu tey, at hetta var ein framtíðarloysn.

 

– Hetta er ein linjuføring, sum er framtíðartryggjað, halda bæði Kristin Michelsen, borgarstjóri, og Alvi Mortensen formaður í Teknisku nevnd í býráðnum.

 

Tey ásanna, at tað er ikki býráðið, sum ger av, hvar tunnilin skal vera, men tað er ein staðilig áheitan frá býráðnum um at hetta verður linjuføringin, tí brekkan er eitt ringt strekki at koyra. Og tað varð eisini samtykt í býráðnum.

 

Samstundis fer býráðið at seta seg í sambandi við vinnulívið í Suðuroynni fyri at fáa tey at siga sína hugsan um linjuføringina.

 

Upprunaliga skuldi tunnilin verða 2.200 metrar langur, men eftir tí seinastu linjuføringini hevði hann verið slakar 2.500 fermetrar. Men eftir hesi nýggju linjuføringini verður hann góðar 3.000 metrar.

 

Men harafturat verður hann nógv lægri enn upprunaliga ætlað.

 

Á myndini vísir tann reyða strikan, høgrumegin, hvar uppskotið nú er, at tunnilin skal vera, og hann kemur út beint við viðarlundina niðast, høgrumegin í myndini. Tann gula strikan er tann seinasta linjuføringin, har tunnilin kemur út nakað longur inni í dalinum.

 

Landsverk skal nú gera nakrar kanningar at vita, hvussu fjallið er at bora ígjøgnum, fortaldu tey í býráðnum.