Hetta er nokk so barbariskt

Knút Vesturdal hevur trúfast fóðra svanunum á Eiði. Nú hevur hann fingið frí.

Knút Vesturdal hevur í mong ár trúfast matað ungunum og hann sigur, at hann og mong við sær syrgja um lagnuna hjá svanunum á Eiði.

- Vit eru fleiri, sum ganga okkum ein túr um morgnarnar og tá geva vit svanunum fóður eisini. Nú hava vit fingið frí, sigur Knút Vesturdal.

 

Tvey svanapar hava búleikast á Eiði í seinastuni og í ár fekk annað parið ein unga, meðan hitt parið fekk fimm ungar. Allir seks fuglarnar eru skotnir.

 

Eldra parið hevur havt ungar á Eiði síðani 2008, men Knút Vesturdal veit ikki um, at teir hava verið til stórvegis ampa fyri fólk fyrr.

- Tað er nokk so barbariskt. Teir hava gjørt øgiliga skjótt av, ov skjótt, heldur hann.

 

- Eg havi verð túr í morgun, og har var alt vekk. Eg haldi tað er meiri, enn bara svanirnir, sum eru burtur. Har var lítið av fugli á vatninum í morgun, sigur Knút Vesturdal.

 

Svanir hava nú búleikast á Eiði síðani 2008. Nógvir ungar eru komnir undan pørunum báðum og vitja teir javnar aftur á Eiði.

- Tey flestu, sum eg havi havt samband við, hava verið øgiliga glað um fuglarnar. Fólk eru komin aðrastaðni frá at gleðast um fuglarnar, sigur Knút Vesturdal.