fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 5°C

Vindur 13.5m/s

Leita á in.fo

Jógvan Jespersen, stjóri í Felagnum Nótaskip, heldur, at í roynd og veru er tað bara eitt, ið samgongan kann gera

Áki Bertholdsen 13.09.2017 (11:07)

Hetta er óðamannaverk av samgonguni

– Hetta er óðamannaverk og hetta kann samgongan ikki bjóða vinnuni

 

Tey, sum hava nótaskip í Føroyum, eru bersøgin, nú samgongan ætlar at avgreiða málið um eina nýggja fiskivinnuskipan.

 

Í morgin verður uppskotið um eina nýggja fiskivinnuskipan lagt fyri Løgtingið, og ætlanin er framvegis, at hon skal koma í gildi á nýggjárinum.

 

– Vit hava staðiliga mælt landsstýrinum frá at skunda málið ígjøgnum. Hetta kann politiska skipanin ikki bjóða vinnuni, eftir at hon hevur havt 10 ár til at gera eina nýggja skipan, sigur Jógvan Jespersen, stjóri í Felagnum Nótaskipum í eini almennari áheitan á samgonguna.

 

– Eftir okkara meting hevur samgongan ligið sjóvarfallið av sær, og nú er bara ein møguleiki, og tað er leingja verandi skipan, til ein nýggj, góðskutryggjað, skipan kann setast í staðin, sigur hann.

 

Hann heldur, at tað er eyðsæð, at vinnan er ørkymlað, tí ætlanin er at upploysa allar verandi skipanir í fiskivinnuni, og samstundis eru bara 70 arbeiðsdagar eftir til jóla

 

– Vit meta ikki, at tað ber til at avgreiða lógina, og at gera tær neyðugu fyrireikingarnar til nýggju skipanina við so stuttum skotbrái, siga tey í felagnum Nótaskipum.

 

– Ein tann mest týðandi grundgevingin fyri, at rætt er at steðga á nú, er politiska støðan. Tað er ikki nøktandi, at eitt minnilutalandsstýri fremur eina so kollveltandi samfelagsbroyting við atkvøðuni hjá einum tinglimi, ið er uttanflokka. Her sipar Jógvan Jespersen til Sonju Jógvansdóttir, sum meldaði seg úr Javnaðarflokkinum.

 

– Upp aftur verri verður støðan, tá ið ein av stóru andstøðuflokkunum hevur boðað frá, at hann fer at broyta skipanina aftur, kemur hann til valdið. Vinnan kann ikki liva við hesi óvissu, sigur Jógvan Jespersen.

           

– Fiskivinnan hevur stóran týdning fyri føroyska búskapin og tí er tað óðamannaverk at taka ein so stóran politiskan váða, sum samgongan ætlar, sigur stjórin í Felagnum Nótaskipum.

 

Les meiri um tankarnar hjá teimum í Felagnum Nótaskipum, við at trýsta HER


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her