Hetta er skammleyst

Hví skal borgarstjórin hava hægri løn, tá arbeiðsbyrðan ikki er voksin, spyr Heðin Mortensen.

 

Heðin Mortensen, fyrrverandi býráðsformaður í Havn, heldur lítið um ætlanirnar hjá sitandi býráðssamgongu at hækka lønina hjá borgarstjóranum og samsýningarnar hjá varaborgarstjórum og nevndarformonnum.

 

- Sitandi býráðsmeirilutin hevur einki fingið av skafti, men sólar sær enn í avrikunum frá undanfarna meiriluta. Tó vil meirilutin nú hava størri samsýning og hægri løn – uttan at kunna vísa á, at meira er at gera, enn tað hevur verið, sigur fyrrverandi borgarstjórin í lesarabrævi.

 

Heðin Mortensen kallar uppskotið fyri óhoyrt, serliga eftir hørðu lønarsamráðingarnar, sum fleiri av lágløntu fakfeløgunum hava verið ígjøgnum seinastu mánaðirnar.

- Her ruggar ikki rætt! Øll síggja við hálvum eyga, at millum lítið og einki er komið burturúr hjá sitandi býráðsmeiriluta, ið enn bara kann pyntað seg við lántum fjaðrum frá undanfarna meiriluta. Tí kann ikki upp á nakran máta forsvarast, at sitandi býráðsmeiriluti kann hava fingið so øgiliga nógv meira at gera, enn undanfarni meiriluti, at tað eisini skal síggjast aftur á persónligu botnlinjununum, heldur hann.

 

- Skammleyst, at býráðsdamurnar á Vaglinum skulu koma við sovorðnum krøvum nú, tá tað í veruleikanum eru vanligir fakfelagslimir, sum fyri sínar súrt tjentu lønarkrónur syrgja fyri, at vøggustovur, barnagaraðr, umlættingarheim, ellisheim, røktarheim og onnur virka í gerandisdegnum. Alt samalt fyri eina løn, ið ikki kemur býráðslimunum til knýggja, sigur Heðin Mortensen, sum lovar, at eingin í minnilutanum fer at taka undir við uppskotinum.

 

Les eisini Ætla sær eina risa lønarhækkan

 

Tráin Petursson Nónklett, sum í dag tekur sæti í býráðnum vegna farloyvi, vil ikki siga, um hann tekur undir við uppskotinum, men sigur, at partar av tí hóva sær lítið. Les meiri her.