Hetta er skelkandi

Gongdin er ræðandi, heldur Sonja Jógvansdóttir

- Eg má viðganga, at eg varð ikki sørt skakandi at síggja tølini.

Tað sigur Sonja Jógvansdóttir, løgtingkvinna.

Og tað, hon sipar til, eru tíðindini her á www.in.fo fyrr í dag um, at fátækadømið í Føroyum alsamt veksur og at seinasta uppgerðin vísir, at í 2014 vóru 5.126 føroyingar í fátækraváða. Hetta svarar til 10,8% av øllum og tað vísir, at talið á fátækum føroyingum er alsamt hækkað hesi seinastu árini, tí í 2009 var tað 8,8 prosent.

 

 

Les eisini: Fátækadømið í Føroyum er vaksið seinastu árini

 

 

Sonja Jógvansdóttir heldur, at gongdin er ræðandi, tí hetta vísir, at talið á føroyingum í fátækaváða er vaksið 25 prosent upp á nøkur fá ár, úr góðum 4000 fólkum, upp í yvir 5000 fólk.

Hetta vísir samstundis, at tey politisku tiltøkini, sum eru sett í verk seinastu árini, hava barta gjørt støðuna verri, tí tey hava økt um ójavnan í Føroyum.

 

Annars samtykti Løgtingið beint fyri jól at hjálpa teimum fátækastu barnafamiljunum við einum familjuískoyti, samstundis sum at skatturin varð lækkaður hjá lág- og miðalinntøkunum.

- Hetta hjálpir kanska eitt sindur, men er verri enn so nóg mikið, sigur Sonja Jógvansdóttir.

 

 

 

Les eisini: Fátækadømið er størst í Sandoy og í Suðuroy

 

 

Hon heldur, at hetta er mestsum at meta sum ein kreppuhjálp til ringast støddu familjurnar. Men skal av álvara bøtast um støðuna, verður neyðugt at seta stór politisk tiltøk í verk fyri at gera av við fátækradømi í Føroyum.

- Tað er neyðugt er at taka spurningin um fátækraváða í nógv størri álvara enn higartil gjørt, tí fátækraváðin veksur og veksur, hóast samfelagið annars verður ríkari og ríkari.

- Vit hava fleiri millióningar, og nógvar fyritøkur, sum kunnu rinda sær tíggjutals og hundraðtals milliónir í vinningsbýtið, samstundis sum talið á fólki í fátækraváða er vaksandi.

 

- Hetta er enn eitt prógv um, at páhaldið um, at regnar tað á prestin drippar tað á degnum, er ósatt, og at ríkidømi seyrar ikki ígjøgnum alt samfelagið, hóast nøkur gerast nógv ríkari. Hetta eigur at geva politisku skipanini okkurt at hugsa um, sigur Sonja Jógvansdóttir.

Hon sipar til politiska ástøði um, at bara tey ríku hava góðar umstøður, fær alt samfelagið gagn av tí, tí so fara tey at gera íløgur og at skapa arbeiðspláss.

Og hon heldur eisini, at tað er hetta ástøðið, sum var grundarlagið undir politiska arbeiðnum hjá undanfarnu samgongu, tí hon lækkaði skattin hjá teimum, sum vóru best fyri í samfelagnum.