Hetta er skilaleyst

Bara í ár missa vit 272 milliónir krónur og tí er tað ein búskaparlig vanlukka, at vit ikki fiska fiskin ímeðan hann er er, sigur kendi reiðarin, Osmundur Justinussen

Tað er skilaleysur politikkur, at vit ikki veiða fiskin,  meðan hann er at fáa.

 

Tað staðfestir Osmundur Justinussen, reiðari í Leirvík.

 

Fiskurin er nevniliga burtur sum døgg fyri sól, tá ið livilíkindini broytast aftur, leggur hann afturat.

 

Umframt at vera kendur reiðari í nógv ár, hevur Osmundur Justinussen eisini gjørt nógv burtur úr at granska veðurfyribrigdi El Nino, sum tekur seg upp í Kyrrahavi við jøvnum millumbili.

 

Hann sigur, at El Nino hevur eisini stóra ávirkan á veðrið og viðurskiftini í sjónum í Føroyum, og sostatt eisini á fiskiskapin undir Føroyum.     

 

 

Trýst HER og hoyr Osmund Justinussen greiða frá um El Nino, og hvussu tað ávirkar veðrið í Føroyum

 

 

Osmund Justinussen sigur, at tað var góð tilgongd av toski undir Føroyum í fjør, og munandi størri tilgongd er í ár, men vit síggja einki  aftur í landingarnøgdum og hagtølum.

 

– Tey fáu skipini, sum eru eftir á grunninum,  eru “hegnað” úti av øllum nýtiligum fiskimiðum, við kassum og friðingum, ja sjálvt Føroya Banki er hermetiskt lukkaður.

 

– Eingin fær tí vent sær á grunninum, og eingin sleppur at veiða, har fiskurin heldur til og tískil eru lítlar og ongar landingar.

                  

– Tað er ein búskaparlig ólukka fyri skip, flakavirkir, vinnuna á landi, og tískil alt samfelagið, at vit ikki veiða fiskin,  meðan hann er at fáa, tí hann er burtur, sum døgg fyri sól, tá livilíkindini  broytast aftur, sigur Osmundur Justinussen.

 

Hann sigur, at ikki síðani 1997-98 hava livilíkindi hjá fiski á Føroya grunninum verið so góð, sum í ár.  Her er bæði nebbasild og toskasild, ella hvítingsbróður, og somuleiðis er eisini tann rætti sjóvarhitin við botnin.

 

– Eg havi í gjøgnum mong ár víst á, nær góður toskafiskiskapur kann væntast við Føroyar, og hvat orsøkin er til tess.

 

– Eitt hálvt til eitt ár eftir at El Nino hevur verði í hæddini  í Kyrrahavi, ávirkar hetta sjóvarhitan við botnin á Føroyaleiðini og harvið alt gróðrarlív og sostatt eisini fiskiskapin á grunninum. Tað sama er eisini galdandi  hesa ferð eftir eina sera máttmikla El Nino í fjør, sum helt fram heilt út í nov, tá ið hon tók av aftur. 

 

– Tó vísir hon seg nú aftur at taka til, so kanska fer tað at líkjast árunum 1997 og 98 til fiskameingi á grunninum.

 

Osmund Justinussen sigur, a hyggja vit eftir veiðitølum fyri Føroyar hesi síðstu áttati árini, hevur miðalveiðan av toski verið umleið 25.000-27.000 tons um árið. 

 

– Tey bestu árini fiskaåu vit upp í móti 50.000 tonsum, og tey vánaligastu niður á 17.000 tons.

 

– Í fjør veiddu vit bert 7.000-8.000 túsund tons av toski á landgrunninum,  og í ár verða tey ikki meira enn  møguliga eini  9.000 tons. 

 

– At vit ikki taka meira úr stovninum, nú høvi er til tað, er skilaleys røkt av tilfeinginum, og ikki minni enn ein ólukka fyri vinnuna á sjógvi og landi.  Hetta er ikki tí, at fiskurin ikki er til, men tí vit sleppa ikki framat  til at fiska hann.

 

Eg eri ikki í iva um, at vit kundu  í minsta lagi veitt 25.000 tons av toski á Føroyagrunninum í ár, og í fjør kundu vit havt veitt 20.000 tons og eisini munandi meira av hýsu, uttan at ganga stovninum ov nær.  

 

– Av tí at tey tær bestu toska-  og hýsuleiðir eru stongdar, og av tí at aðrar reguleringar eru,  fara vit bara at fiska ein triðing av hesi nøgd. 

 

Hann sigur, at sostatt missa vit eitt virði upp á einar 272 milliónir krónur, ella 16.000 tons fyri 17 krónur fyri kilo í meðal, av toskafiskiskapinum bara í ár.

 

– Og vaknar ikki onkur, og ger tær broytingar, sum skulu til fyri at tað verður atkomuligt at veiða hesa nøgdir, koma vit ongantíð aftur at veiða eina meðal nøgd av toski og hýsu, sigur Osmund Justinussen.

 

Hann heldur, at tað kann verða, at samfelagið hevur ráð at missa allar hesar milliónirnar, tí fiskiskapurin eftir makreli og svartkjaftaveiði er so góður, og somuleiðis metnøgd av alifiski við góðum prísum.

 

– Men skipini og manningarnar, sum veiða tosk og hýsu og heldur ikki flakavirkini á landi, hava ráð til, at vit ikki gagnnýta okkara tilfeingi, meðan tað er á grunninum, leggur hann afturat.

 

 

Trýst HER og les meiri um, hvat Osmundur Justinussen heldur um fiskivinnupolitikkin