fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 14.9m/s

Leita á in.fo

Eyðun Klakstein 01.01.2018 (15:23)

Hetta er triðju ferð eg byrji frá null

Miðlahúsið hevur spurt ymisk fólk um, hvussu tey upplivdu 2017, og hvat tey vænta av 2018. Her svarar Jóhan Dalsgaard.

Hvussu var 2017 fyri teg?
– 2017 var eitt undarligt sabbatsár. Eitt slags reset. Velja stílart til innrætning. Stóra stovan er liðug, havastovan er næstan liðug, spísistovan er komin yvir helvt. Uttan at vit gera tað við vilja, so haldi eg, at havastovan meira og meir líkist henni hjá Elvis. Eg dugi at síggja, at eg havi verið ígjøgnum eina 7-árs periodu, og hon endar nýggjársaftan. Eg gledi meg, sum ongantíð fyrr, til 1. januar 2018, tá eg endiliga aftur byrji uppá tað, sum eg dámi best. Hetta verður 3. ferð, eg byrji frá null, men hesaferð eru allar umstøður betri, fleirfalt.

 

Hvør var besta upplivingin í 2017?

– Eg haldi ikki, at eg kann svara einfalt uppá tað. Eg sá eina familju í sjónvarpinum vinna eina vikuskiftisferð onkrastaðni, og tað fer altíð at vera teirra svar uppá bestu uppliving, meðan eg haldi, at alt mítt lív, meira ella minni, hevur verið ein long feria, har eg arbeiði í frítídini og upplivi spennandi ting. Jú, nú veit eg: Eg svimji í sjónum annanhvønn dag, og spakuliga er vatnið blivið kaldari, uttan at eg føli tað óbehagiligt. Og nú eri eg komin niður á 3.2 gradir. Vetrarsvimjing fekk meg at leggja av at drekka orkudrykkir.

Okey, okey, nú veit eg: Vit hava bestemmað okkum fyri at fáa ein Cadilac frá 70´unum. Tað er ikki hent meira enn tað, men tað følist púra rætt.

 

Hvør var keðiligasta upplivingin í 2017?

– Tannreimin slitnaði knappliga og tann "nýggi" bilurin hevði onga donkraft. Tað uppdagaði eg knappliga eitt kvøldi og mátti ganga 20 km. heim, bara tí eg í tvørheit ikki havi telefon. Bilurin kostaði annars bara 2.000 krónur, men onkuntíð haldi eg slett ikki, at tað var nakað kupp. Og vissi hann vil vera tað keðiligasta, sum eg havi upplivað, kanska altíð, so sær tað heila nokkso gott út.

 

Hvat hevur tú sett tær fyri at gera í 2018?

– Í januar keypi eg eina flotta brúkta klekimaskinu fyri 700 kr. Og so byrji eg umaftur uppá at hava 1.000 hønir. Danmark sigst at vera besta land til at hava eina lítla ómannaða sølubúð standandi, og mín skal standa har, akkurát sum fyrr, og selja Ordilig Egg.

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her