Leita á in.fo

Gerhard Lognberg 20.12.2017 (10:24)

Hetta er undarligt ella hvat?!

Fyrst eina avtalu við starvsmannafelagið, sum teir vórðu nøgdir við.

 

Síðan eina heilt aðra avtalu við sjúkrarøktarfrøðingar.

 

Síðan pedagogarnir, sum nú sýnast, ongan góðan at eiga, eg hugsi um hesu fólk, sum trúliga stríðast við okkara børnum í barnagørðunum.

 

Stjórin í Almannaverkinum hevur lovað bál og brand, óhugnaligt.

 

So nú sita hesi fólk, sleppa ikki til arbeiðis, ongar pengar til Jóla, jú, bjargingin hjá liminum í pedagogfelagnum kom nú, eitt gávukort á 1.000,00 kr frá FK.

 

Var verkbann rætt, eg ivist.

 

Man kann ikki velja og siga, hetta felagið fær pening, men hatta fær ikki. Tit hava gjørt ein stóran brølara, sum Háfoss hevur vælsignað.

 

Fái hendan sjónleikin uppá pláss, sum skjótast.

 

So okkara alt avgerðandi arbeiðspáss kunnu fungerað og barnagarðarnir kunnu lata upp aftur.

 

Starvsmannafelagið, sjúkrarøktarfrøðingarnar, Pedagogar og øll hini, sum standa og bíða eftir tørn, somu løn, ella følur onkur seg traðkaðan á.

 

So mínir góðu vinir, sum sita og samráðast, gevið pedagogunum somu løn sum sjúkrarøktarfrøðingarnir, tí tit hava sjálvi lagt støðið.

 

Men hetta verður neyvan gott fyri kommunurnar, sum hava lagt fíggjarætlan.

 

Eitt orðatak sigur: Mangur fæst við boga, og er ikki mentur at toga.

 

Gerhard Lognberg

borgarstj.

Skopunar Kommuna


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her