fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 13.3m/s

Leita á in.fo

Pauli Trónd Petersen, vinstrumegin, í práti við Bárð á Steig Nielsen, høgrumegin í Løgtinginum

Áki Bertholdsen 16.08.2017 (16:00)

Hetta er vanæriligt og óheppið

 – Hetta er óheppið og tað er kanska eisini vanæriligt.

 

Pauli Trónd Petersen, tingmaður fyri Tjóðveldi, fer at atkvøða ímóti, at ein millión skal brúkas til at seta ein kanningarstjóra at kanna embætisførsluna hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni.

 

Tað er andstøðan í Løgtinginum, sum hevur kravt, at embætisførslan hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum verður kannað í samnbandi við at veiðiloyvi eru flutt ímillum skip í stríð við lógina.

 

Síðani hava tveir fimtingar av Løgtininum tikið undir við tí, og tá ið soleiðis er, stendur tað í okkara stýrisskipanarlóg, at kanningarstjóri SKAL setast. Og í dag viðger Løgtingið spurningin um at seta eina millión krónur av til endamálið.

 

Men Pauli Trónd Petersen sigur, at hann heldur, at framferðin hjá andstøðuni er bæði óheppin og vanærilig og han ætlar sær ikki at atkvøða fyri, at ein millión verður játtað til endamálið.

 

Ein orsøk til, at veiðiloyvini eru flutt í stríð við lógina, er, at Høgni Hoydal hevur ikki ansað eftir einum teldubrævi. Men Pauli Trónd Petersen ivast ikki í, at okkurt teldubræv man vera farið afturvið borðinum hjá teimum í andstøðuni eisini.

 

Hann ivast heldur ikki í, at hevði Landsstýrismaðurin havt gjørt nakað galið, hevði hann havt gjørt vart við tað, og hevði lagt frá sær.

 

– Hendan milliónin er burturspilt og kundi verið nógv betri brúkt, leggur hann afturat. Samstundis er hann vísir í, at hendan eina milliónin fer ikki at halda, tí tað fer at kosta nógv meiri at fáa ein løgfrøðing at gera eina kanning, sum hesa.

 

Aðrir tinglimir í samgonguni vísa á, at eftir skipanini skal kanningarstjóri setast í hesum føri, so tað slepst ikki undan at játta pengarnar, hóast tey staðfesta, at hendan milliónin var betri farin til onkur onnur endamál.

 

Bárður á Steig Nielsen, formaður í sambandsflokkinum, sigur, at tað er ásett í skipanini, at ein kanningarstjóri skal setast og hann spyr um øll virðing fyri skipanini er farin.

 

– Hetta er ikki virðiligt fyri okkara skipan, sigur Bárður á Steig Nielsen.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her