Hetta er verri enn so nokk

Eyðgunn Samuelsen skal nú greiða Løgtinginum frá, hvørjar ætlanir, landsstýrið hevur lagt fyri at basa íbúðarneyðini

 

Íbúðarneyðin er stór og tað sær út til, at tað, sum er gjørt á økinum, er verri enn so nokk til at basa neyðini.

 

Tað staðfestir Sonja Jógvansdóttur, uttanflokka løgtingskvinna. Og tí vil hon nú hava Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, at greiða frá, hvørji stig landsstýrið fer at taka fyri at basa neyðini.

 

Í hesum sambandi vil løgtingskvinnan hava Eyðgunn samuelsen at útgreina um tað eru ávísir bólkar, ið eru serliga hart raktir, og, hvussu ætlanin er at tryggja fólki við serligum tørvi bústaðir

 

Hon vil eisini hava at vita, hvussu Landsstýrið ætlar at tryggja, at fleiri nýggir bústaðir vera bygdir hesi næstu árini.

 

Og somuleiðis skal Eyðgunn Samuelsen greiða frá um nakrar ætlanir eru um at gera nakra skipan við býlisstuðli til teir einstaklingar og familjur, ið eru so illa fyri fíggjarliga, at tey ikki hava hava atgongd til nøktandi bústað? Hon vil eisini hava at vita um ætlanin er at seta nakrar serligar treytir fyri bíðilistan hjá Bústøðum.

 

Sonja Jógvansdóttur vísir á, at tann ovurhonds stóri eftirspurningur eftir bústøðum sæst eisini aftur í sera høgum bústaðarprísum og samstundis eru nógv fólk við serligum tørvi, sum hava stóran tørv á bústaði.

 

Viðhvørt koma fólk eisini í bráðfeingis bústaðarneyð, men tað tykist ikki, sum at nakar hevur skyldu at ávísa teimum ein bústað, vísir løgtingskvinnan á.