Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 06.12.2017 (10:10)

Hetta eri eg øgiliga kedd av

– Eg eri ómetaliga kedd av at vera alment til viðgerar á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum. Men eg havi ikki broytt hugsan á hesum øki.

 

Tað sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn.

 

Sum vit skrivaðu fyri eini løtu síðani, prutlar undir lokinum í Fólkaflokkinum, tí at Annika Olsen hevur gift eitt samkynt par.

 

 

Les eisini: Vilja ikki góðtaka, at Annika Olsen hevur gift samkynd

 

 

Hon harmast um, at slík innafloks viðurskifti verða viðgjørt alment, tí tað var ikki gamalt í flokkinum. Men annars stendur hon við sínar gerningar, og hon ætlar sær ikki at gevast at víga samkynd pør.

 

Hon vísir á, at tað er landsins lóg, at samkynd kunnu giftast, og landsins lóg eiga vit at halda. Hon heldur, at at fara borgarstjórar, ella onnur, at sortera, hvørjar lógir, tey vilja halda, og hvørjar lógir, tey ikki vilja fylgja, máar tað støðið undan rættarsamfelagnum.

 

 

Les eisini: Hetta er gott fyri umdømið hjá høvuðstaðnum

 

 

Hon heldur eisini, at sum borgarstjóri í nógv størstu kommunu í landinum, hvílir tað ein serlig ábyrgd á henni at halda landsins lógir. Tí stendur hon við, at hon hevur gift eitt samkynt par, og skuldi støðan tikið seg upp aftur, fer hon at gera tað aftur.

 

Hon kundi eisini útveitt uppgávuna at gifta eitt samkynt par, til onkran annan, men tað heldur hon er at renna undan abyrgdini og tað heldur hon ikki, at borgarstjórar eiga at gera. Og tað er heldur ikki nakað, sum býður henni ímóti at gifta samkynd, tí hon hevur altíð tikið undir við, at tey skulu hava síni borgarligu rættindi.

 

Annars hevur hon ikki frætt frá sjálvum flokkinum um hetta málið, men hon dylir ikki fyri, at hon hevur frætt frá fólkafloksfólki, sum harmast um støðuna, men eisini frá fólki, sum stuðla henni.

 

Hjá onkrum svíður tað serliga illa, at hon skal hava vígt tað fyrsta samkynda parið, tí tað er verri at fara í søguna sum tann, ið gifti tað fyrsta parið. Tað hevði verið lættari at svølgt, hevði tað verið annað, ella triðja, samkynda parið, hon hevði vígt.

Men tað er ein hugsunarháttur, Annika Olsen so yvirhøvur ikki skilur nakað sum helst av.

 

Ein av teimum, sum hevur funnist at Anniku Olsen fyri at víga samkynd, er Ingi á Smið í Kaldbak. Men Annika Olsen kann ikki lata vera við at fáa tann tankan, at tað hevur samband við eitt annað mál og at hetta er eitt slag av hevnd fyri ídnaðarøkið, sum nú verður gjørt á Sundi.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her