Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 07.12.2018 (13:50)

Hetta fari eg aldrin at góðtaka

– Hetta fari eg aldrin at góðtaka. Tað staðfestir Kristin Michelsen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin. Løgtingið viðger eitt uppskot um at gera tunlarnar Norður um Fjall, men samgongan hevur avtalað, at farið verður undir teir, tá ið tað er liðugt at bora Hvalbiartunnilin. Men so er spurningurin nær tað verður.

 

Sum vit skrivaðu fyrr í morgun, var upprunaliga ætlanin at seta 52 milliónir av til Hvalbiartunnilin næsta ár. Men tá ið fíggjarlógin verður løgd fyri Løgtingið, eru bara 30 milliónir settar av.

 

 

Les eisini: Hvalbiartunnilin: Játtanin skorin niður í helvt

 

 

Kristin Michelsen, hevur áður boðað frá, at hann følir seg ikki bundnan av samtyktum í samgonguni, og hann ger eisini púra greitt, at hetta er av samtykt í samgonguni, hann ikki fer at taka undir við.

 

– Eg farin aldrin at góðtaka, at játtanin til Hvalbiartunnilin verður skerd niður í 30 milliónir næsta ár, segði hann púra avgjørdur. Hann sigur, at hann skal heldur verða settur heilt uttanfyri enn at góðtaka, at einans 30 milliónir verða til Hvalbiar tunnilin næsta ár. Og so má samgongan finna sær eina atkvøðu onkra aðrastaðni frá, fyri at fáa fíggjarlógina samtykta.

 

Sostatt verður tað eitt treytaleyst krav frá honum, at játtanin til Hvalbiartunnilin verður hækkað. Hann sigur, at verða bara 30 milliónir settar av til Hvalbiartunnilin, verður tað ikki í bræði, at farast kann undir tunlarnar Norður um Fjall.

 

– Tað letur seg rætt og slætt ikki gera við teirri játtan, landsstýrið hevur sett av til Hvalbiartunlinum, sigur hann. Og tí vónar hann eisini, at samgongan er sinnað at hækkað játtanina og tað álitið hevur hann á samgonguni.

 

– So má avlopið á fíggjarlógini heldur vera tað minni, tí eitt avlop á fíggjarlógini gagnar hvørki suðuroyingum ella norðoyingum, sigur Kristin Michelsen.

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her