- Hetta gongur slett ikki!

- Onkur hevur mist skilið, sum tekur avgerðir á Tvøroyri, tí hetta ber slett ikki til, sigur Brandur Sandoy í hvassorðaðum skrivi í kvøld.

Nei, nei, SSL, hava tit mist skilið? So varð aftur galið á Sandoyarleiðini. Teistin hevur enn einaferð tekniskt brek, og ivasamt er, um hann siglir aftur í bræði.

 

Tað sigur ein argur og hvassorðaður borgarstjóri í Sands kommunu í kvøld, Brandur Sandoy, nú tað er greitt, at strandfaraskipið, sum røkir farleiðina um Skopunarfjørð, aftur liggur við tekniskum breki.

 

- Brek kunnu altíð koma fyri, og illa ber til at byrgja upp fyri slíkum støðum. Í kvøld komu so boðini umvegis sms, at Sildberin aftur í morgin skal røkja Sandoyarleiðina. Men, hetta ber slett yvirhøvur ikki til, sigur Brandur Sandoy.

 

Hann vísir í kvøld á, at hann er landsynningur í ættini, tað er fitt av vindi, og tað rullar illa um fjørðin.

 

- At seta Sildberan inn um Skopunarfjørð kunnu tit á SSL ikki bjóða sandoyingum. Nógv fólk er setst aftur, tí tey tora ikki um Skopunarfjørð í kvøld við Sildberanum, og tað verður ikki frægari í morgin.

 

Borgarstjórin spyr, hví Strandfaraskip Landsins knappliga eru gingin frá skipanini, sum hevur verið brúkt, har Ternan er sett inn, tá trupulleikar eru um Skopunarfjørð?

 

- Hetta gongur slett ikki, og politiskt valdu umboðini fyri Sandoynna á tingi eiga ikki at góðtaka hetta - og upp aftur minni Hendrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum.

 

Brandur Sandoy leggur dent á, at fólk í Sandoynni krevja at verða virðiliga viðfarin.

 

- Vit hava vøru til 1300 fólk, sum skal um fjørðin, og vit hava frystibingjur, sum skulu til og frá vinnulívinum í oynni.

 

Borgarstjórin vísir á, at Sandoyggin hevur 150 pendlarar, sum skulu til arbeiðis klokkan 08 í morgin. Hvussu skal Sildberin fáa tey yvir um fjørðin til arbeiðstíð, tá hann bara kann føra 30 fólk í senn?

 

- Onkur hevur mist skilið, sum tekur avgerðir á Tvøroyri, tí hetta ber slett ikki til, sigur Brandur Sandoy í hvassorðaðum skrivi í kvøld.