Hetta kann ikki ganga longur

Øll aling í Suðuroy skal bjóðast út til feløg sum binda seg til at varðveita arbeiðsplássini á staðnum, ístaðin fyri at flyta alt norður um, sum tað er nú.

 

 – Vit eiga at bjóða øll aliloyvini í Suðuroy út til feløg, ið vilja tryggja okkum, at fiskurin verður arbeiddur í oynni.

 

Tað heldur Bjarni Hammer, løgtingsmaður fyri Suðuroy, nú arbeitt verður við at endurskoða alilógina.

 

Hann staðfestir, at sum støðan er nú, verður tað mesta av alifiskinum í Suðuroy ført norður um fjør til virkingar, og tað kann ikki ganga longur.

 

– Ein stórur brunnbátur er fastur gestur á firðunum í Suðuroy á miðjari nátt eftir laksi, sum verður fluttur norðurum, staðfestur hann.

 

Hann sigur, at sostatt eru eini 60 - 70 størv í vanda í Suðuroy, eru tey ikki longu niðurløgd, tí laksurin ikki verður longur virkaður í oynni, men verður fluttur norður um.

 

Tí heldur hann, at alingin skal bjóðast út til eitt felag, sum er sinnað at varðveita virksemið í Suðuroy.

 

Hann leggur dent á, at tað kann gera tað sama um tað er Bakkafrost, ella onkur annar, sum alir í Suðuroy, bara virksemið verður varðveitt í oynni.

 

– Tann, sum alir í Suðuroy, skal eisini hava sítt virksemi í Suðuroynni og tí skal tað ikki vera loyvt at flyta livandi laks úr Suðuroy, sigur hann.

 

– So má ein skipan finnast fyri, hvussu tað kann lata seg gera. Vilja tey, sum nú hava alingina í Suðuroy, ikki varðveita virksemið í oynni, má onkur annars sleppa fram at, sum er sinnaður at gera tað, leggur hann afturat.

 

Hann vísir á, at í Norðoyggjum hevur Bakkafrost flutt kryvjingina úr Klaksvík til GLyvrar, men har ber til hjá arbeiðsfólkinum at fylgja við.

 

– Tann møguleikan hava vit ikki í Suðuroy, tí vit eru so fjarskotin, at tað ber ikki til at ferðast ímillum, og tí má virksemið varðveitast í oynni, sigur Bjarni Hammer.