Hetta kann ikki passa

Maud Vang Hansen heitir inniliga á ríkisleiðararnar um at taka ein ítøkiligan trupulleika fyri pensjónistar upp á ríkisdundinum við Leynavatn í dag

Tað er mín inniliga vón, at teir tríggir ríkisleiðararrnir í Føroyum, Danmark og Grønlandi, taka viðurskiftini hjá fyritíðarpensjónistum upp á ríkisfundinum, sum er við Leynavatn í dag.

 

Tað sigur Maud Vang Hansen í eini almennari fráboðan til Aksel V. Johannesen, Lars Løkke Rasmussen og Kim Kielsen, sum halda ríkisfund við Leynavatn í dag.

 

Tað, Maud Hansen, sum eisini er forkvinna í Heilafelagnum, sipar til, eru tær trupulleikar sum stinga seg upp, tá ið føroyskir, og grønlendskir. fyritíðarpensjónistar flyta til Danmarkar.

 

Í løtuni er støðan tann, at føroyskir og grønlendskir fyritíðarensjónistar kunnu ikki flyta til Danmarkar at búgva, og taka pensjónina við sær.

 

 

– Flytir ein føroyskur fyritíðarpensjónistur til eitt annað norðurland, varðveitir hann fyritíðarpensjónina av sær sjálvum. Men av onkrari merkisverdari orsøk letur hetta seg ikki gera hjá fyritíðarpensjónistum, sum flyta úr einum parti av danska ríkinum í ein annan.

 

Maud Vang Hansen vísir á, at ein arbeiðsbólkur hevur arbeitt við málinum, men enn er einki hent, og tað kann ikki góðtakast, heldur hon.

 

Tað kann ikki passa, at vit, sum eru danskir ríkisborgarar, ikki hava sama rætt í øllum trimum londunum, sigur Maud Vang Hansen.