fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 5.5m/s

Leita á in.fo

Hetta er húsið, sum málið snýr seg um. Myndin er av heimasíðuni hjá Skyn, har húsið stendur til sølu

Áki Bertholdsen 11.09.2018 (22:12)

Hetta kemur ógvuliga illa við hjá okkum

– Hetta kemur ógvuliga illa við. Tað sigur Remi Kambsskarð í Trongisvági. Saman við Kim Kambsskarð eigur hann húsið við Sílá, sum nógv kjak hevur verið um seinastu dagarnar.

 

Talan er um gamla sambýlið á Tvøroyri, sum fór í eini ódn. Kommunan vildi ikki byggja tað aftur, men seldu tveimum timburmonnum tað. Síðani hava teir bygt tað aftur og eftir ætlan skuldi Suðuroyar Bú- og Heimatænasta, sum umsitur eldraøkið í Suðuroy, keypa tað. 

 

Men Bú- og Heimatænasta fekk ikki avgreitt keypið og nú er tað komið so mikið í drag, at eigararnir hava bara lýst tað alment til sølu. 

 

Meirilutin í Tvøroyrar Býráð heldur, at gleppur húsið teimum av hondum, er tað ein vanlukka, og tí vildu tey hava býráðið at keypa tað, men í gjárkvøldið samtykti meirilutin ístaðin at fara undir samráðingar við eigararnar um at leiga tað. Men fær Bú- og Heimatænastan avgreitt keypið, skal býráðið á Tvøroyri sleppa málinum.

 

 

Les eisini: Tað hevði verið ein vanlukka

 

Les eisini: Hetta er ólógligt

 

 

Ein spurningur, sum hevur tikið seg upp í hesum sambandi er, hví málið liggur sum tað liggur , og hví hava eigararnir bygt tað aftur til sambýli.

 

Remi Kambsskarð sigur, at svarið upp á tað er einfalt. Tað var nevniliga Bú- og heimatænastan, sum gav teimum tilsøgn um at keypa húsið, sigur hann. 

 

Hann sigur, at ímeðan teir vóru í holt við at byggja húsið, vísti Bú- og Heimatænastan áhuga fyri tí og vildi fáa tað til keyps til sambýli.

 

Sostatt var ein virðismeting gjørd í januar í 2016. Henni stóðu Tummas Sørensen, táverandi býarverkfrøðingur á Tvøroyri fyri, saman við Mads Guttesen og Suna Poulsen, og teir virðismettu húsið til 12.272.000 krónur.

 

Tá var innrættingin ikki heilt liðugt, men tann 13. september í 2016 fingu eigararnir tað skrivligt frá Suðuroyar Bú- og heimatænastu, at tey vóru sinnað at ogna sær bygningin. Har stendur, at »Vísandi til samskifti okkara millum um sambýli, skulu vit hervið siga frá, at vit eru áhugaðir í at ogna okkum nevnda bygning.«

 

Síðani vóru samráðingar við Bú- og Heimatænastuna um keypið og tann 17. februar í 2017 fingu eigararnir aftur skriv frá Bú- og heimatænastuni um, at tann 28. oktober í 2016 hevði stýri fyri Bú- og heimtænastuna samtykt at keypa sambýli við Sílánna og at góðtaka keypsirísin á kr. 11.272.000,- ella eina millión undir virðismetingina. 

 

Leggast kann kann afturat, at vit hava sæð skjølini, bæði virðismetingina og tilsøgnina frá Bú- og Heimatænastuni um at keypa húsið.

 

Avtala varð gjørd um, at Bú- og Heimatænastuna um at tey skuldu yvirtaka húsið 1. august í 2017, og tá varð alt liðugt. Men tann avtalan var munnlig, leggur Remi Kambsskarð afturat.

 

Men Remi Kambsskarð sigur, at so kom stígur í og keypið varð ongantíð avgreitt, hóast húsið nú hevur staðið liðugt í eitt ár nú.

 

Hann sigur, at hetta kemur teimum ómetaliga illa við, tí teir hava tikið lán fyri at fíggja byggingina og tað hava teir rindað rentur fyri líka síðani, uttan at fáa nakra inntøku. So hetta hevur verið ein dýr søga fyri okkum, sigur Remi Kambsskarð.

 

– Eg føli meg hálvavegna sum ein brotsmann, sigur hann. Hann sipar til, at tað eru fólk, eisini býráðslimir á Tvøroyri, sum undrast á, hvussu málið er komið hertil, og hvussu tað ber til, at teir hava bygt húsið til eitt sambýli. 

 

Orsøkin til tað er, at Bú- og heimatænastan hevur boðað okkum frá, at tey eru sinnað at keypa húsið til eitt sambýli, men tey hava ikki avgreitt málið, sigur hann.

 

Hann leggur, at síðani húsið varð lýst alment til sølu, hava nakrir fyrispurningar verið frá fólki, sum hava vist áhugað fyri tí.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her