Hetta merkir pílurin á bensinmálaranum

Pílurin sigur, hvørjari síður bensindekslið er.

 

Tað hendir so ofta, at vit líka mugu kanna, hvørji síðu bensintnagin er, tá vit koyra í einum nýggjum bili ella einum bili, vit hava lánt.

 

Pg serliga pínlgt er tað, um tú koyrir skeivu megin bensinpunmuna og mást koyra útaftur.

 

Men tað eru ráð fyri tí. Nógv fólk vita ikki, at tað í flestu bilum er ein lættur máta at finna út av, hvørjari síðu bensindekslið er – uttan at fara út at hyggja.

 

Tað snýr seg um tann lítla pílin, sum sæt beint við benspumpu-ikonið á bensinmálaranum.

 

Tað er tann pílurin, sum vísir tær, hvar dekslið er.

 

Einaferð var tað vanligt, at dekslið var í høgru síðu á evropiskumbilum og í vinstru síðu á asiatiskum bilum, men soleiðis er ikki longur.

 

Tí hóast tað kann geva góða meining, at tað situr í vinstru síðu á til dømis einum japanskum bili, tí tey koyr í vinstru síðu í Japan, so eru nógvundantøk.

 

Tað er serliga ørkymlandi, eftir at bilabransjan varð globlaliserað,  at nógvir ymsir bilar verða gjørdir á somu verksmiðju.

 

Tí kunnu bilar tað vera av sama merki, sum hava dekslið í hvør síni síðu.

 

Einaferð plagdu fólk at siga, at vit kundu síggja, hvørju megin dekslið var við at hyggja eftir sjálvum bensinpumpu-ikoninum.

 

Tí megin, sum slangan var, var bensindekslið.

 

Sum tað sæst á myndini omanfyri, so er tað tó ikki altíð soleiðis, tá pílurin peikar annan vegin og slangan hinvegin. Tá er tað altso píluri, sum er galdandi.