fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 9.1m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 12.01.2018 (15:01)

Hetta skrivið hevur løgmaður fingið fra Kristin Michelsen í dag

Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur í dag móttikið hetta skrivið frá Kristin Michelsen, tingmanni fyri Javnaðarflokkin. Kristin Michelsen hevur tikið sín stuðul til samgonguna aftur í dag. 

 

 

Góðan dagin Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Undirritaði Kristin Michelsen, Froðba, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, vil hervið boða Løgmanni og formanni fyri Javnaðarflokkin Aksel V. Johannesen frá, at eg Kristin Michelsen, løgtingsmaður frá ídag av, atkvøður mál fyri mál í Løgtinginum, og er ikki bundin at atkvøða saman við Javnaðarflokkinum, so leingi sum javnaðarumboðini í Tvøroyrar býráð ikki vilja samstarva við undirritaða.

 


Undirritaði vil eisini vísa til at formaðurin í Suðuroyar norðara Javnaðarfelag Signar Dam alment og við telduposti til undirritaða dagfestur 14. november 2016 kl. 20.52 váttar ”at Kristin Michelsen er valdur fyri Javnaðarflokkin og umboðar sostatt Suðuroyar norðara Javnaðarfelag á Løgtingi”. Somuleiðis váttar Løgmaður í telduposti til undirritaða 13. november 2016  ” eg helt eg hevði svarað tær bæði munnliga og umvegis miðlarnar. Eg kann endurtaka tað her: tú ert framvegis limur í Javnaðarflokkinum og ynsktur í Løgtinginum”.

 

 

 

In.fo fylgir málinum. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her