Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 13.03.2019 (13:04)

Hetta skuldi verið smildrað sundur og saman

Eg fari ikki at taka undir við uppskotinum um at broyta lønarviðurskiftini hjá løgtingslimum. Tað staðfestir Sonja Jógvansdóttir, løgtingskvinna uttanflokka.

 

Sum vit søgdu fyrr í morgun, eru løgtingslimir ójavnir á máli um uppskotið frá Páll á Reynatúgvu, løgtingsformanni, um at broya lønarviðurskiftini hjá løgtingsfólkunum.

 

 

Les eisini: Eg skilji væl at tingfólk fáa ein keðiligan smakk í munnin

 

 

Men harðastu atfinningarnar ímóti uppskotinum komu frá Sonju Jógvansdóttir, sum rætt og slætt helt, at hetta uppskotið hevði uppiborið at »verið smildrað sundur og saman«, sum hon málbar seg í gjár, tá ið uppskotið var til viðgerar í Løgtinginum. Samstundis staðfestir hon, at hon fer ikki at taka undir við uppskotinum.

 

Tað er serliga lønarhækkingin, sum ætlanin er at geva løgtingsfólki, sum fær hana at leggja seg tvøra. Ætlanin er nevniliga, at lønin hjá løgtingslimum skal hækka 6.000 krónur um mánaðin, men afturfyri missa løgtingslimir skattafría ískoytið upp á 2000 krónur um mánaðin.

 

Sonja Jógvansdóttir sigur, at tað kann ikki bera til, at Løgtingslimir samtykkja sær sjálvum eina so stóra lønarhækking, samstundis sum at onnur fakfeløg hava verið í hørðum verkføllum fyri eina lønarhækking, sum bara er ein brotpartur av hesum. Samstundis fáa tey, sum fáa almannaveitingar, onga hækking yvirhøvur.

 

– Vilja vit forða fyri, at fólk fáa andstygd fyri politikarum, er hetta ikki tann gongda leiðin, sigur Sonja Jógvansdóttir.

 

 

Hinvegin tekur hon undir við, at løgtingslimir missa skattafría lønarískoytið, teir fáa nú. Hví skulu politikarar fáa 2000 krónur skattafrítt um mánaðin, tá ið vit krevja av øllum øðrum, sum koyra ímillum bygdir til og frá arbeiði, at tey skulu søkja Taks um at fáa koyripengar, spyr hon.

 

Hon tekur eisini undir við, at tann serstakliga góða eftirlønarskipanin hjá løgtingslimum verður broytt, soleiðis at teir ikki fáa betri eftirløn enn onnur í samfelagnum hava. Men hinvegin helt Sonja Jógvansdóttir eisini, at fáa teir bólkarnir í samfelagnum upp í, sum ikki fáa eftirløn í dag, nevniliga fyritíðarpensjónistarnar.

 

Løgtingslimir eiga sjálvir at ganga undir tær treytir, vit áleggja øllum øðrum at liva undir, heldur løgtingskvinnan.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her