Hetta var ein elendig umbering

– Tað kann ikki passa, at nólsoyingar skulu svíða fyri, at Strandferðslan ikki fær nokk av pengum at arbeiða við

– Tað kann ikki passa, at nólsoyingar skulu svíða fyri, at Strandferðslan ikki fær nokk av pengum at arbeiða við-

 

Tað heldur Bogi Andreasen, formaður í Vinnunevndini hjá Tórshavnar Býráði.

 

Fyrr í vikuni boðaði Strandferðslan frá, at nú verður siglingin við Ternuni til Nólsoyar skerd ein túr um vikuna, tí at Tórshavnar Havn hevur hækkað gjøldini, Strandferðslan skal rinda fyri at brúka havnalagið.

 

– Hetta er ein elendig umbering, heldur Bogi Andreasen.

 

Hann heldur, at tað kann ikki vera rætt, at nólsoyingar skulu svíða fyri, at Henrik Old ikki hevur játtað Strandferðsluni nokk av pengum, so at hon kann varðveita virksemi, sum er. 

 

Hann vísir á, at frammanundan er ferðaætlanin ímillum Gomlurætt og Hest skerd, og nú verður so nólsoyarsiglingin eisini, tí at pengarnir skulu brúkast onkra aðrastaðni.

 

– Talan er um eina upphædd upp á 30.000 krónur, og tað er ein so lítil upphædd, at tað eigur Strandferðslan at klára, uttan at skerja ferðaætlanina.

 

Hann heldur, at hetta líkist meiri politiskum ágangi ímóti høvuðsstaðnum – men hann ásannar samstundis, at orsøkina til hendan ágang, dugir hann ikki at fáa eyga á.

 

Henrik Old heldur at Tórshavnar Havn Strandferðslan rindar ríkiliga fyri tær tænastur, hon fær frá Tórshavnar Havn. Í hesum sambandi vísir hann á, at Tórshavnar Havn tekur 64.000 krónur um mánaðin í gjaldi fyri Ternuna. Men Sam, sum siglur ímillum Klaksvík og Kalsoy, og sum førir áleið sama tal av ferðafólki, sum Ternan, rindar bara 7.000 krónur um mánaðin til Klaksvíkar Havn.

 

 

Les eisini: Hetta kann er slett ikki góðtaka

 

 

Tað ber als ikki til at samanbera Tórshavnar Havn og Klaksvíkar Havn, sigur Bogi Andreasen. Hann vísir á, hvussu stór Tórshavnar Havn er, aftur ímóti Klaksvíkar Havn og tískil er hon dýr at halda.

 

Samstundis er tað landið, sum eigur bæði samferðsluhavnina í Syðradali, og ferjuskráan hjá Sam í Klaksvík, men í Havnini rindar kommunan allar útreiðslurnar.

 

Tí ber als ikki til at samanbera støðuna, sigur Bogi Andreasen. Og samstundis vísir hann á, at tað er ein landsuppgáva burtur av at røkja ferðafólkasigling um firðir og Sund, so har fer Tórshavnar Kommuna at halda fingrarnar vekk.