Hetta vita vit um tey deyðu og særdu í Spania

14 fólk eru deyð og 131 hava fingið skaða í teimum báðum álopunum í Spania. Tveir danskir ríkisborgarar eru millum tey særdu

14 fólk eru deyð og 131 hava fingið skaða í teimum báðum álopunum í Spania. Tveir danskir ríkisborgarar eru millum tey særdu

 

Tá ein bilur seinnapartin hósdagin koyrdi gjøgnum eina mannamúgvu á La Rambla í Barcelona, doyðu 13 fólk, og yvir 100 vórðu særd.

 

Somu nátt vórðu fimm mans dripnir av løgregluni, eftir at teir høvdu framt eitt líknandi álop, har teir koyrdu í eina mannamúgvu. Ein persónur doyði í tí álopinum.

 

Hetta vita vit um tey deyðu og særdu í Barcelona:

 

* Bruno Gulotta, 35 ár úr Italia. Pápi við tveimum børnum. Var á feriu saman við konu og børnum, sum eru 5 ára gamal sonur og 7 mánaðar gomul genta.

 

* Luca Russo, 25 ár úr Italia. Var á feriu saman við unnusta sonum.

 

* Ein 74 ára gomul portugisisk kvinna.

 

* Francisco Lopez Rodriguez, 60 ár úr Granada í Spania.

 

* Ana Maria Suarez úr Zaragoza i Spanien. Hon var í Barcelona saman við manninum og systur síni.

 

* Eitt 3 ára gamal barn úr Rubi nærindis Barcelona í Spania.

 

* Ein 40 ára gomul kvinna við sponskum og argentinskum ríkisborgararætti, upplýsir argentinska uttanríkisráðið.

 

* Jared Tucker, 43 ára gamal amerikanari úr California, sum var á brúdleypsferð saman við konu síni í Barcelona.

 

* Elke Vanbockrijck, 44 ár úr Tongeren í Belgia. Var á feriu saman við manni sínum og tveimum synum.

 

* Ein úr Kanada er deyður umframt at fýra úr Kanada millum tey særdu, upplýsir kanadiski forsetin, Justin Trudeau, í tíðindaskrivi. Einki verður sagt um, hvørji tey eru.

 

Tey 134 særdu eru úr minst 34 ymsum londum, siga myndugleikarnir.

 

26 av teimum særdu eru úr Frankaríki. 11 teirra eru álvarsliga skadd, hava fronsku myndugleikarnir upplýst.

 

13 av teimum særdu eru úr Týsklandi.

 

Tveir danskir ríkisborgarar eru millum tey særdu.

 

Ein sjey ára gamal avstalskur drongur, Julian Cadman, er ikki afturfunnin enn. Hann var í Barcelona við mammu síni, sum sjálv er innløgd á sjúkrahúsi.

 

Keldur: Emergéncies Catalunya, Reuters, The Telegraph, AP

/ritzau/