fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 12°C

Vindur 8.6m/s

Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 10.02.2018 (06:34)

Hevði ikki droymt um fjórða plássið

Sosialurin skrivar 7. februar í 1979: »Annika Hoydal g jørdist óvænt­ að nummar fýra í donsku Melodi Grand Prix kappingini leygar­ kvøldið. Hon luttók saman við Jógvan Dahl og Jógvan Telling Jo­ensen.

 

– Eg hevði ikki roknað við nøkrum sum helst – og avgjørt ikki at endað á einum fjóðraplássi, eg havi ikki skilt tað rættuligt enn, men tað er frálíkt, segði ein lukkulig Annika við danskar blaðmenn, eftir at avgerð var fallin í Melodi Grand Prix.

 

Soleiðis skrivar Sosialurin 7. februar í 1979, eftir fyrstu føroysku luttøkuna í donskum Melodi Grand Prix, tá Annika Hoydal luttók við sanginum Aldan saman við Jógvan Telling, Jógvan Dahl og Ian McCalman.

 

Vit endurgeva úr Sosialinum frá 7. februar í 1979:

 

»Í danska blaðnum Aktuelt stendur: »Hun var konkurrencens kvalitative overraskelse. Aldan på en 4. plads var et skulderklap til den sanglige kvalitet uden klæg popsubstans. En antydning af, at populærmusikkens skabere indimellem undervurderer sit publikum.«

 

– Í grundini er Aldan ein vanligur førsoykur sangur, sum eg og beiggi mín hava roynt at lagað til eitt størri arrangement, sigur Annika. Tað er ikki mítt snið, tað at syngja poptónleik, og tí royndi eg ikki at framføra sangin annarleiðis enn ein vanligan føroyskan sang. Eg umboðaði land mítt, tað var tann einasta orsøkin til, at eg var við, og mær hevur dámt tað væl, sigur Annika við Aktuelt, eftir sendingina leygarkvøldið.

 

Frammanundan kappingina segði Annika: Eg framføri bara sangin, sum eg haldi, hann er skrivaður. Fyri meg er ikki talan um eina kapping. Verður sangurin ein manifestatión frá Føroyum so hevur hann eina missión. Vist havi eg skrivað undir upp á at fara til Jerusalem, men tað er ikki endamálið.

 

– Eg droymi ikki um at gerast popsangarinna. Eg eri sjónleikari. Tað er frálíkt, um eg kann kombinera tað við at syngja føroyskar sangir. Eg hevði ikki farið at luttikið í slíkum, um eg ikki kundi koma við einum føroyskum sangi.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her