fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 10.4m/s

Leita á in.fo

Eyðun Klakstein 30.05.2017 (13:36)

Hevur ilt við at trúgva Sea Shepherd

Í nátt varð Lítla Havfrúgvin í Keypmannahavn smurd inn í reyða máling, og á vegin framman fyri hana varð skrivað ”Danmark, verj hvalirnar í Føroyum”.

Herverkið hevur vakt ans í Danmark og í Føroyum, og natúrliga kemur felagsskapurin Sea Shepherd, sum í 30 ár hevur stríðst ímóti grindadrápinum, undir illgruna.

Deildin hjá Sea Shepherd í Danmark hevur í morgun boðað frá, at tey hava einki við herverkið at gera, men tað hevur fólkatingsmaðurin Sjúrður Skaale ilt við at trúgva. Jyllands-Posturin endurgevur Sjúrð Skaale fyri at siga, at hann kennir seg sannførdan um, at Sea Shepherd er blandað upp í herverkið.

- Eg varð spurdur, hvør er haldi hevur framt herverkið, og eg gitti, at tað var Sea Shepherd. Leiðarin fyri deildina í Danmark hevur avsannað tað, men eg havi ilt við at trúgva honum, sigur Sjúrður Skaale.

Fólkatingsmaðurin hevur í morgun verið í fleiri av teimum stóru donsku miðlunum og greitt frá um grindadráp.

- Eitt slíkt herverk gevur føroyingum møguleikan at greiða frá um grindadrápið. Mínar royndir eru, at okkara argument fáa fólk at broyta hugsan, og tí er tað gott fyri okkum, at stórir miðlar lata okkum greiða frá um grindadrápið, sigur Sjúrður Skaale.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her