fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 7.3m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 13.06.2018 (10:21)

Hevur onga avtalu gjørt um at banna fiskiskapi

Eg havi onga avtalu gjørt við nakran um at seta bann fyri fiskiskapi eftir laksi. Tað ger Høgni Hoydal, landsstýrismaður í Fiskivinnumálum, greitt. 

 

Edmund Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin hevur annars spurt hann um hann hevur gjørt nakra slíka avtalu, tí hann sigur, at er nøkur slík avtala gjørd, stríður tað ímóti Løgtingsins vilja.

 

Hann vísir á, at Løgtingið hevur einmælt samtykt at seta laks út á havbit, við tí fyri eyga at fiska laksin aftur, tá ið hann er bestur og kemur inn aftur ímóti landi

 

Tí vil hann nú hava at vita um Høgni Hoydal hevur gjørt nakra avtalu við umhvørvisfelagsskapin, Atlantic Salmon Federation, ASF, sum at føroyingar skulu ikki fiska laks.

 

Men Høgni Hoydal ger greitt, at hann hevur hvørki gjørt nakra avtalu við ASG, ella um nakran annan felagsskap av hesum slagi um fiskiskapi eftir laksi. 

 

Hann hevur annars frætt, at ífjølmiðlum, at Felagið Laksaskip hevur gjørt avtalu við tveir fremmandar felagsskapir, har Felagið Laksaskip fær pening afturfyri ikki at fiska laks. 

Men sjálvur veit Høgni Hoydal einki um hesa avtaluna uttan tað, hann hevur frætt í fjølmiðlunum

 

Hann vísir annars á, at í1991 legði landsstýrið eitt uppskot fyri Løgtingið um at senda íslendsku fiskiveiðimyndugleikunum skriv, har kunnað varð um, at Felagið Laksaskip hevði gjørt avtalu við ein felagsskap um fiskiskap eftir laksi 

 

– Eg haldi meg til, at Føroyar, sum limur íNASCO, ið er felagsskapurin, sum fevnir um laksafiskiskap íNorðurhøvum, samstarva um laksin íNorðuratlantshavi. Tað er íhesum høpi, at vit gera av og boða fráokkara støðu um, hvussu laksur íokkara sjógvi og Norðuratlantshavi verður umsitin og gagnnýttur, sigur Høgni Hoydal.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her