fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 3.1m/s

Leita á in.fo

Aksel Berg 31.03.2017 (08:21)

Hevur Rigmor Dam onga virðing fyri heimagangandi mammum?

Løgtingið er í gongd við at viðgera eitt uppskot hjá Fólkaflokkinum, ið gevur kommununum heimild til at geva ansingargjald til heimagangandi foreldur. Hetta gjaldið svarar til upphæddina, ið eitt pláss á einum dagstovni kostar – í miðal 70.000 kr um árið pr. barn.

 

Hetta er eitt gott uppskot, ið vit í Ung fyri Miðflokkin leingi hava tosað um. Ansingarpengarnir eiga at fylgja barninum – ikki dagstovnunum. Uppskotið gevur ein fíggjarligan stuðul til heimagangandi foreldur, ið hava valt at ansa eftir sínum børnum sjálvi, heldur enn at koyra tey í ein dagstovn. Hesi foreldur hava tí sera avmarkaðar arbeiðsmøguleikar og fáa tí onga inntøku, hóast tey veita eina tænastu til samfelagið og hjálpa kommununi við at tey sjálvi taka sær av einari peningaligari útreiðslu.

 

Tað er tí natúrligt, at hesi foreldur fáa sama fíggjarliga stuðul, sum ein vanligur dagstovnur fær. Men hetta vil landstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, als ikki vera við. Um uppskotið hevur hon sagt:

“..endamálið við einum uppskoti sum hesum, at kvinnurnar skulu bumbast aftur til kjøtgrýturnar..”

og

”Tað hevur nevniliga verið endamálið nógvum borgarligum politikarum í nógv ár, helst mannligum politikarum, at kvinnurnar skulu heim at passa børn.”

 

Fyrst av øllum, so umfevnir uppskotið bæði foreldrini, um annar av teimum ynskir at verða heimagangandi. Tað er ringt at skilja hví Rigmor Dam ákærir uppskotið fyri at vera seksistiskt. Hvat við tí hópatali av kvinnum, ið longu eru heimagangandi og tískil onga inntøku fáa?

 

Uppaftur víðari sigur Rigmor:

“..fara kvinnurnar av arbeiðsmarknaðinum, fer vælferðarsamfelagið at ridla..”

 

Tað gert týðiligt, at Rigmor Dam heldur, at tað er ræðuligt, at kvinnur kunna finna uppá at verða heimagangandi. Hon tykist at vera bangin fyri, at fleiri kvinnur skula velja at vera heima hjá børnunum, sum um, hetta er neiligt. Hetta er kanska orsøkin til, at Rigmor er so hart ímóti at veita nakra hjálp til heimagangandi foreldur, soleiðis at tey hava betri møguleika at verða heima hjá børnunum.

 

Við hesum viðmerkingum vísur Rigmor Dam á nøkrum, ið eisini er eyðsýnt við tí ekstrema slagnum av feministisku rørsluni. Hon er so upptikin við at berjast fyri kvinnunum á arbeiðsmarknaðinum, at hon púrasta missur virðingina fyri teimum kvinnum, ið av egnum vilja velja at verða heimagangandi mammur.

 

Tað er ein góð menning, at kvinnur kunnu gerast ein størri partur av arbeiðsmarknaðinum á øllum rókum. Men tað er ein sera ring menning, at samfelagið byrjar at hyggja niður á kvinnum, ið frávelja arbeiðsmarknaðin (oftani bert í stutta tíð), fyri at uppala síni børn. Hesar mammur veita samfelagnum eina serstaka tænastu, ið ikki altíð kann fáast  umvegis einum dagstovni. Tí skal samfelagið sjálvandi royna at stuðla hesum foreldrum við at veita teimum tann fíggjarliga stuðulin, ið tey annars høvdu brúkt uppá dagstovnarpláss, soleiðis at tað gerst meira møguligt at verða heimagangandi.

 

Tí tað er nevniliga bert jaligt, at mammur (ella pápar) velja at verða heimagangandi, um tey hava møguleika fyri hesum, og tað skal hvørki Rigmor Dam ella nakar annar siga teimum, at tey ikki skulu hava loyvi til.

 

 

Vinaliga

Aksel Flagstad Berg

Nevndarlimur

Ung fyri Miðflokkin