Leita á in.fo

- Síðan verkið varð sett í gongd í november í fjør, havi eg bara brúkt fýra litrar av olju, sigur Immanuel Dam.

Vilmund Jacobsen 19.05.2017 (23:58)

Spart 18.000 krónur í olju í hálvt ár

Fyrsti føroyingurin, sum hevur keypt sær eitt mikro-vatnorkuverk frá VatnOrku hjá Ólavi Poulsen í Vatnsoyrum, er kendi el-innleggjarin Norðuri í Sundum í Kollafirði, Immanuel Dam.

 

- Hetta hevur riggað serstakliga væl, og síðan verkið varð sett í gongd hin 14. november í fjør, havi eg bara brúkt fýra litrar av olju. Hetta var ein dagin í vetur. Tað var kavi, vatninntakið typtist, og eg tímdi ikki niðan at reinsa inntakið beinanvegin.

 

Immanuel Dam sigur, at hann hevur spart meira enn 18.000 krónur í olju, síðan orkuverkið varð sett í gongd, og tað heldur hann vera fantastiskt.

 

- Hetta mikro vatnorkuverkið, sum einki viðlíkahald krevur, gevur so mikið nógv, at eg klári at hita øll míni hús við hesum, umframt at eg kann lata orku til einar fýra aðrar hitapumpur í grannahúsum, bæði til hita og heitt vatn, um so er.

 

Immanuel Dam vísir á, at treytin fyri mikro orkuverkinum er, at tú hevur eina rímiliga høgliga á, sum tú hevur fingið loyvi at brúka burtur av.

 

- Fólk, sum hava áhuga fyri alternativari orku, eru vælkomin at síggja frálíka mikro vatnorkuverkið hjá okkum Norður í Sundum í Kollafirði, sigur kendi el-innleggjarin.