fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 8.7m/s

Leita á in.fo

Vilmund Jacobsen 11.10.2017 (12:14)

Heystfagnaðurin byrjar á Eiði í dag

Í dag, 11. oktober, byrjar skráin fyri Heystfagnaðin á Eiði, og skráin heldur fram til og við sunnudagin. Lagt verður fyri seinnapartin í dag klokkan 17.30 við heystgudstænastu í Eiðis kirkju við barnavinarligum íkasti við Mariu Jørðdal Niclasen og Emil Olsen, prestum.

 

Við løtuna í kirkjuni fara Emma Williamsdóttir og Bergtórur Hjelm Bjarkhamar at syngja, og eftir gudstænastuna verður samvera við grýturætti í Karmel á Eiði.

 

Á Eiði verður nógv ymiskt á skránni allar dagarnar fram til og við sunnudagin, harav leygardagurin er dagurin við teimum flestu tiltøkunum, kappingunum, sølubásunum, tónleikaundirhaldi, felagssangi og dansi.

 

Sunnudagin, 15. oktober, tá Heystfagnaðurin endar, byrjar dagurin við møti í Mizpa, gudstænastu í Eiðis kirkju, gongutúri, sum verður beint eftir døgurða – og seint sunnudagin endar danin, Frank Erichsen, kendur sum Bbonderøven, Heystfagnaðin við fyrilestrinum, hann kallar “tað einfalda lívið”.

 

Bæði hósdagin, fríggjadagin og serliga leygardagin verður nógv á skránni, sum á ymiskan hátt er knýtt at heysti og slakti, og ymiskt av hesum fara vit venda aftur til á In.fo.

 

Áhugin fyri tiltakinum er stórur, bæði her heima og uttanlands, og orsøkin er ivaleyst, at hetta er eitt uppruna føroyskt og deiliga bygdasligt tiltak, har ikki minst fyrireikararnir seta sín serstaka dám á við tað, at tey øll eru í myrkamorreyðum troyggjum, føroyskari húgvu og hvítbotnaðum gummiskóm – júst soleiðis, sum tað eigur at vera til eitt slíkt tiltak.

 

Heystfagnaðurin verður eisini hildin í eini tíð, har nógv fáast við fjallgongu, seyð og slakt. Tey, ið ikki eiga seyð at fáast við ella hava høvi at ganga á fjall fyri onnur, kunnu uppliva ein stóran part av tí, tey noyðast at vera fyriuttan, á Heystfagnaðinum.

 

Men, tað eru so sanniliga eisini tey, sum eiga seyð og hava ríkiligt at taka sær fyri hesa tíðina, ið gjarna vilja taka sær av løttum eina løtu, meðan tiltakið hesar dagarnar er á Eiði. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her