Hillary Clinton ávarar USA ímóti orðakríggi við Norðurkorea

USA rennur ørindini fyri Kim Jong-un, tá vit hótta Norðurkorea, sigur fyrrverandi uttanríkisráðfrúan

Hillary Clinton, fyrrverandi uttanríkisráðfrúa og forsetavalevni í USA sigur í dag, at at tað er »vandamikið og trongskygt«, tá USA hóttir við at fara í kríggj á koreansku hálvoynni.

 

Clinton, sum tapti forsetavalið í fjør fyri Donald Trump, tosaði í dag á eini ráðstevnu í suðurkoreanska høvuðsstaðnum, Seoul.

 

– Tað er eingin orsøk til, at vit eru stríðshugað og ágangandi mótvegis Norðurkorea, sigur Clinton.

 

Hon eftirlýsir, at diplomatiskar snildir í størri mun verða nýttar mótvegis avbyrgda landinum.

 

Spenningarnir millum USA og Norðurkorea eru vorðnir lutvíst størri seinasta árið. Millum annað hava kjarnorkuroyndarspreingingarnar og fleiri rakettroyndir gjørt viðurskiftini verri millum londini.

 

Forsetin í USA, Donald Trump, hevur fleiri ferðir hótt norðurkoreanska leiðaran, Kim Jong-un, seinastu mánaðirnar.

 

Millum annað segði Trump í eini røðu á ST-aðalfundinum herfyri, at USA kann verða noytt at oyða Norðurkorea.

 

Men hatta er júst tað, sum Norðurkorea ynskir, heldur Clinton.

 

– At byrja eitt orðakríggj við Kim Jong-un er nakað, sum fær hann at smílast, sigur Clinton. Hon nevnir tó ikki navnið á Donald Trump.

 

Men fyrrverandi uttanríkisráðfrúan sigur, at tey sameindu hjá USA hava fleiri ferðir givið til kennar, at tey eru stúrin fyri, um tey kunnu líta á USA.

 

Clinton tosaði eisini um lutin hjá Kina í stríðnum. Kina verður ofta nevnt sum einasta valdsmikli sameindi hjá Norðurkorea.

 

Sambært fyrrverandi uttanríkisráðfrúuni eiga kinverjar at vera meira virknisfúsir í royndini »at seta tiltøk í verk ímóti Norðurkorea«.

 

/ritzau/Reuters