fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 18.4m/s

Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 21.08.2016 (10:08)

Hilmar Bech fyrrverandi løgtingsmaður farin

Hósdagin bórust deyðsboðini av Hilmari Bech í Porkeri. Hilmar Bech er fyrrverandi lærari og løgtingsmaður.

 

Hilmar Bech varð føddur 19. juli í 1933, og var 83 ára gamal, nú hann doyði. Hann tók læraraprógv á Haslev Seminarum í 1958, og stavðaist sum lærari í Vági 1958-59 og síðani í Porkeri til hann gavst í 1999.

 

Hann var bygdarráðslimur í Porkeris kommunu frá 1962-66 og hevði eisini fleiri onnur álitisstørv. Hann var deknur í Porkeris kirkju í 43 ár og varð heiðraður fyri drúgva tænastu við medalju frá drotningini.

 

Hilmar Bech varð valdur á ting fyri Javnaðarflokkin í Suðuroyar valdømi í 1970 og sat á tingi til 1984. Aftan á løgtingsvalið í 1984 var hann varamaður á tingi.

 

Hilmar Bech var giftur við Kristinu f. Samuelsen úr Tjørnuvík. Tey áttu børnini: Johanna f. 1958 og Dann f. 1967.

 

Jarðarferðin verður úr Porkeris kirkju í dag klokkan 14.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her