Leita á in.fo

Terje Sigurðsson. Mynd: KVF

Hallur av Rana 06.12.2017 (17:45)

Hittast við samráðingarborðið í morgin

Semingsstovnurin hevur í dag og í gjár verið á fundi við partarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum, sum í løtuni samráðast um nýggjan lønarsáttmála. Fyri arbeiðsgevararnar eru talan um Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum, meðan Føroya Pedagogfelag umboðar arbeiðstakararnar.


Neyðugt varð at senda boð eftir Semingsstovninum í síðstu viku, tá partarnar ikki blivu samdir um ein nýggjan sáttmála, og síðstu dagarnar hevur stovnurin tosa við partarnar hvør sær, men í morgin møtast partarnir aftur við samráðingarborðið. Tað upplýsir semingsmaðurin Terje Sigurðsson.


- Vit hava tosað við partarnar, og samráðingarnar halda fram í morgin klokkan tíggju. Eg vænti tó ikki, at vit koma við einum semingsuppskoti í morgin, sigur Terje Sigurðsson í stuttari viðmerking. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her