Hjalmar: Valið hjá H71 motiveraði VÍF nógv

(FM1) Hoyr venjarnar, Hjalmar Klein Olsen og Sonni Larsen lýsa stórsigurin hjá VÍF í 1. FM hálvfinaluni


Tað var løtt uppgáva hjá VÍF-venjaranum, Hjalmari Klein Olsen at motivera sínar menn aftaná H71 hevði valt VÍF sum mótstøðulið í FM-hálvfinalunum

Tað var løtt uppgáva hjá VÍF-venjaranum, Hjalmari Klein Olsen at motivera sínar menn aftaná H71 hevði valt VÍF sum mótstøðulið í FM-hálvfinalunum

H71 sum gjørdist nummar eitt í grundspælinum valdi VÍF sum mótstøðulið í FM-hálvfinalunum. Í kvøld svaraðu vestmenningar aftur við at vinna ein knúsandi 33-22 stórsigur á hoyvíkingum. 

 

VÍF var eisini tað betra liðið í fyrra hálvleiki og var á odda 19-15, men í seinna hálvleiki stongdu teir fyri í verjuni og í málinum, og H71 fekk neyðars sjey mál í seinna hálvleiki.

 

Filip Jojic var toppskjútti hjá VÍF við níggju málum. Julian Olsen og Andrias Eriksen skutu seks mál hvør fyri VÍF. Vilhelm Poulsen gjørdist toppskjútti hjá H71 við seks málum. Leivur Mortensen skoraði fimm mál fyri H71.

 

2. FM hálvfinalan millum H71 og VÍF verður leikt í Hoyvíkshøllini, sunnudagin klokkan 16. Sjúrður H. Hoydal sigur frá dystinum á FM1.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:

 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrð H. Hoydal siga frá seinasta minuttinum av dystinum í Vestmanna.


2) Hoyr viðmerkjaran hjá FM1, Dia Midjord taka samanum dystin. Dia Midjord heldur, at VÍF spældi ein dyst eftir bókini har teir fingu allar lutir at rigga. Hann undirstrikar tó, at hann væntar ikki, at VÍF fær tað líka lætt sunnudagin.


3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við ein ovurfegnan venjara hjá VÍF, Hjalmar Klein Olsen sum greiðir frá, at tað var ikki torført hjá honum at motivera spælararnar aftaná H71 hevði valt VÍF sum mótstøðulið. Hjalmar væntar tó ein munandi torførari dyst sunnudagin.


4) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við ein sera vónbrotnan venjara hjá H71, Sonni Larsen sum heldur, at hann og spælararnir mugu fara heim til Hoyvíkar at skamma seg aftaná avrikið í kvøld. Sonni lovar tó ein stóran bata og eitt betri avrik sunnudagin klokkan 16. 

 

Í annaðkvøld spæla Kyndil og Neistin 1. FM hálvfinaluna, best av trimum. Dysturin byrjar klokkan 20. Sjúrður H. Hoydal sigur frá dystinum á FM1.