Hjálp – eg eri intolerantur!

– Sjálvandi eiga samkynd eisini at fáa rættin til at giftast. Men tað er skeivt at stevna og hótta við rættarmálum orsakað av niðrandi útsagnum og beiskum álopum. Dysturin um tað góða samfelagið má fara fram í tí opna og stundum særandi kjakinum, skrivar Heini í Skorini í »Mentan« í Sosialinum um vikuskiftið

– Sjálvandi eiga samkynd eisini at fáa rættin til at giftast. Men tað er skeivt at stevna og hótta við rættarmálum orsakað av niðrandi útsagnum og beiskum álopum. Dysturin um tað góða samfelagið má fara fram í tí opna og stundum særandi kjakinum, skrivar Heini í Skorini í »Mentan« í Sosialinum um vikuskiftið.

Heini í Skorini

“Altso – kann man ikki fáa frið?”

Ein argur maður seinast í tretivunum ristir við høvdinum og stappar lítlu billettina í tronga buksulumman við diskin í Norðurlandahúsinum. Á veggjunum kring okkum hanga stórar portrett-myndir av samkyndum grønlendingum, og tað er hendan framsýningin – Gay Greenland við kenda myndamanninum Jørgen Chemnitz – sum fær mannin at ilskast.

“Hví so intolerantur?”, spyr ein kvinna, sum heldur ikki er komin at hyggja at framsýningini. Maðurin vendir sær á, smílist fyrst og verður so álvarsamur aftur.

“Tað eri ikki eg, sum eri intolerantur. Tað eru tey! Eitt øvugt orð um at broyta hjúnabandslógina, og tú verður skírdur bæði homofobur og fundamentalistur!”

 

Javnrættindi eru ikki fiskirættindi

Samtalan í Norðurlandahúsinum ein fyrrapart í mai nertir við ein grundleggjandi spurning, sum nógvar bøkur og akademiskar ritgerðir eru skrivaðar um. Hvat merkir toleransa? Hvar ganga mørkini fyri toleransuni? Nær verður toleransa til líkasælu? Eru vit ikki øll intolerant yvir fyri tí, sum býður okkum ímóti? Er toleransa neyðturviliga ein dygd?

Týski filosoffurin Ludwig Wittgenstein segði einaferð, at orð og hugtøk av og á mugu sendast á reinsarí. Tí orð hava tann eginleikan, at tey við tíðini útvatnast og missa ítøkiligan týdning. Til seinast eru summi orð skralltóm í sjálvum sær og kunnu brúkast og misbrúkast av øllum hugsandi áhugamálum.

Eitt orð, sum trongir til eina grundleggjandi høvuðsreingerð, er orðið ”frælsi”. Hetta pluss-orðið, sum øll taka undir við, sum eingin kann vera ímóti, men sum verður so nógv brúkt og misbrúkt, at orðið í sjálvum sær er púra tómt.

Ein einføld definitión av hugtakinum “frælsi” er tann banali rætturin til at liva sítt lív, soleiðis sum einum lystir, so leingi sum ein ikki ger seg inn á rættindi hjá sínum næsta. Men í aktuella kjakinum merkir ”frælsi” stundum frælsið til at diktera, hvussu øðrvísi hugsandi skulu vera og liva. Í føroyskum lesarabrøvum seinastu mánaðirnar hava fólk tvíhildið um, at uppskotið um at geva samkyndum loyvi til sivil giftarmál er einki minni enn ein hóttan ímóti trúarfrælsinum. Men tað verður ongantíð grundgivið fyri, hvussu ólukkan ein sivil vígsla á eini býráðskrivsstovu millum tvey vaksin fólk av sama kyni kann hótta trúarfrælsið hjá nøkrum. Hetta sjónarmiðið avdúkar eina vanskeplaða útgávu av frælsishugtakinum, sum vil vera við, at mítt frælsi umfatar rættin til at definera tað góða lívið – ikki bara fyri meg, men eisini fyri teg.

Trúarfrælsið er í fyrsta lagi hótt, um onkur blandar seg aktivt í tín gerandisdag og forðar tær í at liva og praktisera tað, sum tú trýrt á. Og trúarfrælsið snýr seg forrestin ikki bara um rættin til at trúgva og praktisera ein átrúnað. Trúarfrælsið snýr seg eins nógv um rættin til at sleppa undan religión ella ávísum átrúnaðarligum tulkingum, um tað er tað, sum ein ynskir. Títt frælsið endar, tá mítt frælsið byrjar – og umvent. Og tá vit sleppa hesi einføldu meginregluni, kann mítt frælsi gerast títt fongsul, og títt frælsi verður mítt fongsul.

At sláa manngarð um hvønn einstakan borgara er essensurin í einum liberalum rættarstati. At tryggja hetta frælsið millum einstaklingar, sum arbeiða fyri grundleggjandi mótstríðandi sjónarmiðum, er ein trupul balansugongd, tí onkur vinnur, og onkur tapir. Men hetta samfelagsmodellið merkir eisini, at tá ein teologisk doktrin krevur harradømi yvir øllum, sum fegin vilja sleppa undan, so er tað religiónin, sum eigur at baðka og víkja og kenna sítt pláss. Summi vilja vera við, at hugtakið “sekularisma” er ein anti-religiøs meginregla, sum ynskir at týna allan átrúnað. Men veruleikin er tann øvugti. Hendan skipanin er ein vernd ímóti maktini og ein fortreyt fyri sonnum trúarfrælsi fyri øll – ikki bara fyri komandi og farandi meirilutum.

Eitt og hvørt sunt samfelag rúmar mótstríðandi áhugamálum, og tí má øll makt hjá komandi og farandi meirilutum tálmast og regulerast. Tí freistist eg ofta til at halda, at rættarstaturin er týdningarmiklari enn frí val fjórða hvørt ár. Um frí val verða hildin í einum juridiskum og moralskum tómrúmi, so endar tað sum oftast við, at summir bólkar og einstaklingar eru við skerdan lut. Tað hava vit óteljandi aktuell dømi um kring heimin. Demokrati er altso ein pakkaloysn við fleiri ingrediensum.

Sum LGBT Føroyar hevur víst á, so eru javnrættindi ikki sum fiskirættindi. Summi kunnu vinna, uttan at onnur tapa. Eingin missur nakað, um samkynd fáa pappír uppá hvønn annan. Og samstundis fegnist eg um, at felda uppskotið um at broyta hjúnabandslógina snúði seg um sivilar og ikki kirkjuligar vígslur. Løgtingið eigur ikki at diktera interna kirkjuliga praksis. Eg fari ongantíð at skilja ein prest, sum ikki ynskir at víga samkynd, men eg má sjálvandi góðtaka rættin til at lata vera.

 

Skal Jenis meldast?

Tolsemi er ikki bara ein ábyrgd, sum liggur á mópartinum. Á teimum hinumegin hegnið, sum ein er ósamd/ur við. Tolsemi snýr seg eisini um at góðtaka, at onnur finnast at ella enntá niðra tað, sum ein sjálv/ur umboðar.

Tí hevur illbrýnti maðurin í Norðurlandahúsinum ongan rætt til at krevja eitt alment rúm, sum er reinsað fyri øllum tí, sum hann ikki brýggjar seg um. Og limirnir í LGBT kunnu heldur ikki gera krav um eitt alment rúm uttan kritiskar ella enntá niðrandi útsagnir. Tí fegnaðist um, at LGBT ikki valdi at melda Jenis av Rana fyri tað, sum hann segði við donsku avísina Information í oktober í fjør. Eftir mínum tykki er tað skeivt at tosa um lógarbrot og rættarmál, hvørjaferð onkur markerar eitt ósympatiskt ella niðrandi sjónarmið. Eitt dømi var, tá Jógvan Páll Lassen, advokatur, proklameraði á forsíðuni á Sosialinum í 2010, at Jenis av Rana hevði brotið § 266b, tí hann ikki vildi eta døgverða saman við fyrrverandi íslendska forsætisráðharranum, sum var lesbisk, og sum hevði makan við í Føroyum. Eftir mínum tykki er tað fullkomiliga láturligt at geva avboð til ein slíkan døgverða við hesi orsøk, men tað er skeivt at tosa um lógarbrot. Tá er man ikki petti betri enn Bill Justinussen, tá hann meldaði Ole Wich fyri umstrídda listaverkið, HomoFObia, afturi í 2006. Sami Bill hevði stutt frammanundan spurt, um tað mundi vera ein samanhangur millum eina Gay Pride í New Orleans og ódnina Kathrinu, sum tók lívið av 1836 fólkum og rak fleiri túsund  frá húsi og heimi. Bill spældi altso við tankan um, at ræðuliga ódnin var Guds revsing fyri eina homo-skrúðgongu, og tað er nokk tað mest víðgongda, sum eg til dags dato havi hoyrt í kjakinum um samkynd. Men Bill skal hava loyvið til at bera fram sína hugsan.

 

Intolerant fólk finnast allastaðni, og dysturin um frumrættin til at vera tað størsta offrið flytir einans fokus frá tí veruliga spurninginum: hvussu skipa vit eitt rættvíst og rúmligt samfelag? Tað einasta, sum ein fær burturúr at melda, er at gera síni mótstøðufólk til offur og pínslarváttar. Ein heiður og eitt upmerksemi, sum tey sjáldan hava uppiborið.

 

Stóra bretska skaldið, Oscar Wilde, varð settur í fongsul orsakað av sínum samkyndleika í Bretlandi seint í 1800-talinum. Í einum modernaðum varianti af fjallatalu Jesusar segði umstrídda skaldið einaferð: “Always forgive your enemies, because nothing annoys them so much!”

 

Um eg vil hava loyvi til at siga mína hjartans hugsan – og tað vil eg – so má eg eisini tola, at mín mótpartur hevur sama rætt. Tað er prísurin fyri at liva í einum pluralistiskum demokratii, har meiningar bresta saman á tí demokratiska vígvøllinum. Hetta hóast eg eri tilvitaður um, at tað ikki kann vera lætt at leggja oyra til niðrandi talu, serliga um tú ert ein ungur og óavkláraður persónur, sum hoyrir til ein seksuellan minniluta.

 

Um ”ekstremistisk”, ”ósympatisk” ella ”miðaldarlig” sjónarmið ikki sleppa fram í ljósið, so verða tey heldur ikki konfronterað í tí almenna ljósinum, og so kunnu tey liva sítt trygga lív í tí privata og tí dulda. Ein almenn útsøgn er altíð eitt kærkomið høvi at grundgeva ímóti. Tí er tað ein illusión at halda, at mótstøðan ímóti seksuellum minnilutum kann kriminaliserast í hel. Einki er vunnið, um ein við revsilógini í hondini tvingar fólk til at úttala seg á ein hátt, sum ikki endurspeglar teirra sjónarmið. Sum veljari vil eg fegin hoyra, hvat okkara politikarar innast inni hugsa, tí tástaðni veit eg, hvørji sjónarmið hesir politikarar í veruleikanum umboða. Vit kunnu sostatt velja ímillum eitt autentiskt kjak, sum endurspeglar tað, sum bylgist í fólkinum, ella eitt óautentiskt pseudo-kjak, sum ofta endar við einum kjaki um kjakið. Tað er í tí opna, frælsa og stundum særandi kjakinum, at tey mentalu, sosialu, politisku og løgfrøðiligu mørkini verða flutt.

 

Tí má eg góðtaka nakrar yvirskipaðar spælireglur. Og í teirri løtu, at eg ikki longur unni mínum politiska mótparti somu grundleggjandi rættindi, sum eg sjálvur geri krav um, so koppa leiklutirnir á høvdið, og tey, sum rópa harðast um toleransu, gerast ironiskt nokk tey mest intolerantu.

 

Var Mandela tolerantur?

Men hetta merkir ikki, at toleransan eingi mørk hevur. Toleransa uttan mørk er jú bara eitt annað orð fyri líkasælu. Ghandi var ikki tolerantur yvir fyri bretskari imperialismu. Martin Luther King fann seg ikki í rasudiskriminatión. Ayan Hirsi Ali talar harðliga ímóti umskering av gentubørnum. Og Nelson Mandela góðtók heldur ikki apartheid. Hesar hetjur umboða eftir mínum tykki positiva intoleransu mótvegis tí, sum ikki skal tolererast.

 

Nógvar teoretiskar bøkur eru skrivaðar um hesa andsøgnina, sum í filosofiini verður rópt “The Paradox of Intolerance”, og tað finst eingin teoretisk loysn (til nørdarnar kann eg viðmæla “The Open Society and Its Enemies” eftir Karl Popper). Tey menniskjuni, sum ikki eru “intolerant” í mun til okkurt, eru bæði amoralsk og líkasæl. Tann avgerandi munurin er tí ikki, hvør er mest tolerantur ella intolerantur, men hvat vit tolerara og ikki, hvørjum vit berjast fyri og ímóti, hvussu vit legitimera okkara sjónarmið, og hvørji amboð vit brúka. At býta heimin upp í tolerant og intolerant er tí ein innantóm lýsing av teimum sonnu, virðispolitisku ósemjunum.

 

Eftir mínum tykki áttu samkynd at fingið somu rættindi sum tann heteroseksuelli meirilutin. Og eg undrist á tey, sum halda, at samkynd skulu hjálpast, broytast, lekjast og fyri alt í verðini ikki legitimerast politiskt. Ein slík lóggávubroyting hevði gjørt Føroyar til eitt rættvísari, rúmligari og betri land, og sambært meiningakanningum ynskir ein trivaligur meiriluti av føroyingum eisini hesa broyting.

 

Men tey, sum hava onnur sjónarmið, mugu for ólukkan sleppa at tala frítt og uttan hóttanir um stevningar og rættarmál.

 

(Greinin stóð í Mentan í Sosialinum 15. mai 2014)