fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 15.2m/s

Leita á in.fo

Her sæst Tormóður Nesá á innsettu myndini. - At síggja gleði, nøgdsemi og takksemi, talaði nógv til mín, sigur hann.

Vilmund Jacobsen 20.03.2017 (14:55)

Hjálptu fleiri túsund fólkum

- Stimbrandi og læruríkt. Soleiðis sigur Tormóður Nesá, eftir at hann hevur verið umborð á hjálpar-og missiónsskipinum, YWAM PNG, í slakar tveir mánaðir. Hesa tíðina vitjaði skipið býir og bygdir á suður–og eystursíðuni á Papua Nýguinea.

 

Tað, sum serliga hugtók Tormóð Nesá umborð á hjálpar-og missiónsskipinum, var at síggja ung og eldri sita í bólkum runt um á skipinum við opnari bíbliu - í bøn og tøkk til Gud.

 

Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, sum hevur skift orð við nesmannin, sigur á Facebook-síðuni hjá Føroysku Sjómansmissiónini, at Guds kærleiki og menniskjalig umsorgan eyðkendi alt arbeiðið umborð, bæði millum manningina og mótvegis teimum sjúklingum, sum komu umborð til viðgerð.

 

- Hetta stimbraði meg nógv, bæði andaliga og handaliga. Tað, sum hugtók meg mest, tá vit vitjaðu tey innføddu í bygd og í bý, var vónin um hjálp. Henda vón knýtti seg serliga at likamligari hjálp, eitt nú at koma at síggja betri og at fáa tannlæknahjálp.

 

Við Føroysku Sjómansmissiónina sigur Tormóð Nesá, at heilsustarvsfólkini umborð veittu eisini aðra likamliga hjálp og undirvístu fólki í heilsurøkt.

 

- At síggja gleði, nøgdsemi og takksemi, sum eyðkendi tey innføddu - mitt í teirra fátækradømi - talað nógv til mín. Tey høvdu hvørki strongd ella langtíðaravtalur at dragast við. Tey livdu ein dag í senn og gleddust yvir hann. Har havi eg og vit føroyingar nógv at læra, sigur Tormóður Nesá.

 

Meðan hann var umborð, høvdu tey tvær stórar vitjanir í landi. Fyrru ferðina vitjaðu tey 24 bygdir og hjálptu tilsaman 4184 fólkum. 2077 fingu smávegis sjúkraviðgerð, 496 fingu hjálp til tennirnar, og 1411 fingu eygnahjálp.

 

- Seinnu ferðina vitjaðu vit 18 bygdir og hjálptu tilsamans 2646 fólkum. 1307 fingu smávegis sjúkraviðgerð, 352 fingu hjálp til tennirnar, og 987 fingu eygnahjálp, sigur Tormóður Nesá.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her