fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 10.8m/s

Leita á in.fo

Annika Kunoy Im 19.03.2017 (22:13)

Hjólið melur aftur eftir gott hálvthundrað ár

Hjólið uttan fyri Norðnástovusmiðjuna í Mikladali er nú endurbygt, og mól aftur í gjár fyri fyrstu ferð eftir gott hálvthundrað ár.

 

Á hjólinum er alt upprunatilfar uttan viðurin, greiðir Markus í Norðnástovu frá. Sjálvur minnist Markus, at hjólið hevur malið, men tað eru góð 50 ár síðani.

 

 

-Hjólið er sum tað var, og timbrið er gjørt av nýggjum, umframt at vit hava sveisað nýggjar vengur uppí at styrkja tað, sigur hann.

 

 

Smiðja hevur altíð verið í húsinum, og abbi og abbabeiggi Markus smíðaðu har. Abbi og abbabeiggi Markus gjørdi hjulið fyri eini 100 árum síðani, eftir einum modellið, sum Rasmus Effersø hevði gjørt, greiðir hann frá.

 

 

Pápi Markus arbeiddi eisini sum smiðjur í Norðnástovusmiðjuni, og Markus minnist afturá, at hann hjálpti pápa sínum í smiðjuni. Smiðjan hevur riggað øll árini og tað ger hon enn, men í 2003 fór Markus undir at gera hana í stand.

 

 

-Tað er tí eg búgvi her, og havi altíð búð her. Fólk dáma væl at vitja smiðjuna og hyggja inn, og nú er hon klár, sigur hann.

 

 

Tað eru bæði føroysk og útlendsk ferðafólk sum vitja  Norðnástovusmiðjuna, sum hevur verið bæði báta- og jarnsmiðja. Eisini hevur hon verið brúkt til tannlæknastovu, tá abbabeiggi Markus plagdi at trekkja tenn hjá Mikladalsmonnum inni í smiðjuni. Hetta hevur verið eftir 1900, greiðir hann skemtiliga frá.

 

 

-Eg havi amboð, sum eg vísi fram í smiðjuni, og eg havi ætlað at fingið onkran at smíða har inni eisini. Eg vil hava húsið at fungera, men havi ikki bestemmað, hvussu tað verður gjørt, sigur Markus í Norðnástovu.

 

 

-Fólki dámar væl sovorið, sum melur. Melur tað ikki, so tykjast tey ikki nøgd, sigur Markus í Norðnástovu um verkætlanina, sum longi hevur verið ein dreymur.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her