Hjúnalagið og Jesus

Lesið nógv umrøddu prædikuna hjá Bergi Debes Joensen, presti, í Hests kirkju sunnudagin

Prædika í Hests kirkju

2. sunnudag eftir trettanda

15. januar 2017

kl. 11.00

Prestur: Bergur D. Joensen

 

Jóhannes evangeliið 2. kap og versini 1-11:

 

Hjúnalagið og Jesus

 

Dagurin í dag er ætlaður hjúnalagnum.

 

Inn í okkara – moralskt sæð skubbforvirraðu tíð og okkara mangan trupla dag, fáa vit troyst og hjálp frá Jesusi. Eg trúgvi, og eg veit av royndum, at Gud vil okkum alt gott. Hetta prógvar hann í dag við at gera besta vínið og tað í  størri mongdum, enn tørvur er á. Á okkara døgum skalt tú síggja fyri tær 6 tunnur smekkfullar av besu víngóðsku. Tað er lygn og háð móti Gudi at siga, at Gud ikki unnir okkum nakað gott. Hann vil okkum alt gott! Og bara tað góða! Eins og hann sjálvur er hin einasti góði! Spurdi tú hjúnini í Kána í Galilea, vit hoyra um dag, so vildu tey viðmælt tær at tikið Jesus við inn í títt lív og títt hjúnalag og tina barnauppaling!

 

 Endamálið við hjúnalagnum er gott!

-       Hjúnalagið er fyri at seta børn í verðina og ala tey upp sum góðara samfelagsborgarar, sum æra Gud.

-       Hjúnalagið er fyri at stuðla okkum menniskjum, tí ikki er gott at menniskja er einsamalt, hóast nøkrum verða givin náðigáva at liva uttan hjúnafelaga.

-       Hjúnalagið er fyri at byggja upp hvørt annað í gevandi kærleika har kynsligur kærleiki er ein týðandi partur.

 

Tvs: Hjúnalagið hevur eina likamliga síðu – flestu fáa børn, eina kensluliga síðu – vit eru ætlað til felagsskap, og eina sosiala síðu – vit byggja upp hvør annan til eina sterka eind, sum er grundeindin í samfelagnum.

 

Bíbilska grundarlagið fyri hjúanalagnum er í stuttum kendu orðini:

 ”Tí fer maður frá faðir og móður og heldur seg aftur at konu síni, og tey verða eitt hold.” (1 Mos 2,24).

 

 -       Maður skal fara heimaífrá, æra síni foreldur ja, og samstundis raðfesta sína konu fremst av øllum skapningm.

-       Tey bæði skulu so likamliga, sálarliga og andaliga knýtast hvør til annað við trúskapi hvørt móti øðrum, við fyrigevandi sinnalagi og við vilja at gera alt gott fyri hin.

-       Og tey bæði gerast fyrst ”eitt” í hjúnalagnum.

 

Hjúnalagið hevur nógvar fíggindar, sum vilja tí ann, so tað ikki fær prógvað sítt virði:

-       At liva saman ógift samsvarar ikki bíbilskum hjúnalagi. Tað er synd. Giftið tykkum áminnir Skriftin.

-       At liva saman maður og maður ella kona og kona samsvarar ikki bíbilskum hjúnalagi. Tað er synd. Ein maður og ein kona greina hjúnalagið bíbilskt sæð.

-       At vera ótrúgvur sínum hjúnafelaga samsvarar ikki bíbilskum hjúnalagi. Tað er synd. Tú ert ótrúgvur við kynsligum sambandi við annan enn hjúnafelagan. Tú ert ótrúgvur, um tú nýtir likamligan og sálarligan harðskap. Tú er ótrúgvur, um tú missrøkir hjúnafelagan við at taka tær øðrum meira enn honum ella henni.

-       At leita til porno ella at líta at aðari kvinnu enn sínari egnu við girndarhuga samsvarar ikki bíbilskum hjúnalagi. Tað er synd. Paulus ámnnir í epistlinum: ”Kærleikin veri falsleysur; havið andstygd fyri honum illa, haldið fast við hitt góða.” (Róm 12,9).

-       At skiljasta frá hjúnalaga sínum og at giftast øðrum samsvarar ikki bíbilskum hjúnalagi. Hetta er synd. Bíblian gevur annars orsøkir til skilna í serligum førum. Jesus spyr: ”Hava tit ikki lisið, at skaparin frá upphavi skapaði tey kall og konu og segði: tí skal maður fara frá faðir sínum og móður síni og halda seg til konu sína, og tey tvey skulu verða eitt hold. - Tað sum Guð tí hevur saman komið, má maður ikki sundur skilja.” (Matt 19,4-6)

 

Skal eg halda á?

Syndin er komin inn í henda heim. Og hon hevur rakt okkum øll – teg og meg! Og legg til merkis: Synd kom inn í heimin í einum hjúnabandið! Ormurin tøldi Evu fyrst, so Ádam og bæði fullu í synd og eru samsek at vera ólýðin Gudi og at ganga aðra leið enn hansara.

 

Tað er meira at siga!

 

Jesus er komin inn í henda heim. Í hvat gera hann? Hann fer júst til eini hjún og í teirra brúdleyp og hann fyllir lív teirra við gleði og við lívi og við innihaldi!

 

Áhugavert til okkum mannfólk, at brúgómurin ikki hevur hugsað seg nóg væl um. Hann hevur ikki tikið hædd fyri hvussu nógv ein má hava av drekkandi til brúdleypið. Vit eru ikki altíð kendir fyri at vera umhugsnir sum konur okkara. Og tað áhugavert, at tað er ein kvinna – Maria, móðir Jesu, sum sær tørvin – og ger nakað við hann. Hvussu? Við at venda sær til Sonin!

 

Brúdleypið í Kána er vendipunktið hjá mannaættini!

 

Tað var í einum brúdleypi, at Jesus á fyrsta sinni vísti, hvør hann var, og opinberaði har dýrd sína.

 

Góðu landsmenn!

Eg tali ikki til tykkara sum ein yvir tykkum men ein undir tykkum! Eg eri ein tykkara!

 

Hjúnalagið millum ein mann og eina kvinnu er gudgivið og signað av honum! Annað hjúnalag finst ikki og samsvarar ikki Guds vilja!

 

Lat okkum halda á at gera alt gott fyri hjúnafelaga okkara, tí tað hevur fylgir fyri børn okkara og fyri tað samfelag, vit eru partur av.

 

Hjúnalagið er grundeindin, okkara samfelag er bygd á, og tann fyrsta frumeindin og besta millum menniskju, sum er maður og kona!

 

Tíðin er forvirrað – ja, skrubbforvirra! Menniskju vita ikki, hvat vendir upp, og hvat endir niður. Vit ikki – heldur ikki tey lærdu! – hvat kyn er, og finna nýggjar samlívseindir og noyða málfrøðignar at uppfinna nýggj orð, sum samsvara nýggja hugburðinum. Og tað gera bara forvirringin alt størri, tí har eingin haldgóð grund er, har er einki at byggja á.

 

Móses, segði Jesus við hann í Sinai á sinni – Jesus hevur altíð verið millummaðurin millum Gud og menniskju: Statt á klettinum og verj teg í klettasprunguni, meðan eg fari framvið tær. Og Móses upplivdi Gudi, uttan tó at hann slapp at síggja andlit hansara. Móses fekk lógina frá Jesusi tá, men í Kána í Galilea uppliva vit nú á fyrsta sinni gleðiboðskapin til okkum øll – og tað av honum, sum er kletturin, vit byggja á.

 

Í dag vil Jesus siga við okkum øll! Eg havi vón til øll menniskju, og eg vil byrja har, sum byrjast skal, í hjúnalagnum – í hjúnalagi tínum og mínum!

 

Bjóðið Jesusi við inn í títt lív eins og hjúnini í Kána gjørdu, og spyr so Jesus, um tað er nakað, eins og Maria gjørdi, og latum okkum gera, sum hon beyð tænarunum: ”Hvat hann so sigur við tykkum, tað skulu tit gera.”

 

Úrslitið vóru 6 kør rokað av best víni. 6 kør, ikki 7, tí tað fullkomna er eftir. Vit eru ikki komin til brúdleyp lambsins enn, sum Opinberingin boðar!

 

Eru vit trúgvandi, verða vit búgvandi; og eru vit lýðin, verða vit signað av Gudi! Og tað ríkiliga!

 

Avleiðingarnar av at bróta Guds boð – eisini tað 6! –  og at vannvirða hjúalagið, eru nógvar: einsemi, tunglynd, stríð, fíggjarligur missur, fosturtøka, harmur og ring samvitska og lág sjálvkensla. Og mangt annað. Og tú veitst væl at eg talið satt! Avleiðingin at halda fast við Guds boð og taka við vegleiðing hansara eru hin vegin eisini nógvar: Felagsskapur, gott lyndi, friður, fíggjarligur samhugi, lív, gleði, góð samvitska og høg sjálvkensla. Hví er tað so?

 

Tí Gud skapti okkum til felasskap við seg og hvør annan! Tað er tí! Men hvat hendir samstundis: Djevulin gongur enn um, fyri at taka hetta góða frá okkum. Og hvat ger hann? Tað sama – tí hann er hvørki skapandi og ei heldur nýhugsandi! Hann loypir á tað besta: Á hjúnalagið. Hví?

 

Ti hin óndi unnir okkum einki gott! Men Gud unnar tær alt gott – 6 rokaða tunnur av besta víni!, tí hann er Harrin, hin góði!

 

Er hetta hørð tala?

 

Ja og nei. Ja, um ein vil hoyra sannleikan. Nei, um ein ikki vil. Ein lækni, sum staðfesti: Tú hevur krabba. Ella ein sálarlækni: Tú hevur tunglyndi. Ella ein prestur: Tú ert ein syndari, sum treingir Guds náði. Gera hesi annað enn tað, tey eiga at siga?

 

Guds orð er tí hvørki hart ella lint. Guds orð er sannleiki, talaður til okkara í kærleika!

 

Og so til tín, sum stríðst!

 

Tað er vón!

Tað er vón fyri teg, sum er einsamallur!

Tað er vón fyri teg, sum er skyldur!

Tað er vón fyri teg, sum upplivir at børnini ikki trívast!

Tað er vón fyri teg, sum stríðist við porno!

Tað er vón fyri teg, sum hevur verið ótrúgvur!

Tað er vón fyri teg, sum stríðist við samkyndar kenslur!

Tað er vón fyri teg, sum hevur tikið forsturtøku!

Tað er vón fyri teg, sum hevur mist!

Tað er vón fyri tey, sum kennir ringa samvitsku og lága sjálvkenslu!

 

Tað er vón!

 

Tað er vón, tí Jesus vil kom inn í tí heila ella brotna hjúnlag og inn í títt lív, hvussu tað er, og miskunna tær og náða teg og styrkja teg!

 

Tað vil hann!

 

Trúgv á hann, og ver tú honum lýðin! Tí hann er Harrin, hin góði! Amen.

 

- Kirkjubønin:

Lov og tøkk og allur heiður veri tær, Gudi várum, faðir, syni og heilagum anda, sum altíð hevur verið, er, og altíð verður ein sannur tríeiningur Gud, hálovaður frá fyrsta upphavi og um allar ævir!

 

Góði Gud og faðir!

Vit takka tær fyri, at tú sendi okkum Jesus. Takk, at hann kom at bróta niður djevulsins verk, og frelsa okkum frá øllum illum og geva okkum alt gott.

Takk fyri sannleika tín og kærleika tín! Takk, at tú talar sannleika við okkum í kærleika. Tú er miskunnsamur og eyðmjúkur av hjarta, og tú hevur frið til okkara og hjálp. Kom tú til øll teirra, sum stríðast. Eisini hesa løtu!

Opinberað fyri teimum, at tú livir, og at tú vilt teimum tað besta, eins og hjúnunum í tekstinum í dag.

Ver við øllum teimum, sum hava tað torført og trupult, tey, sum syrgja, teimum einsomu, teimum sjúku, teimum sviknu, teimum órættaðu, teimum neyðstøddu! Hjálp okkum, nú vit eru farin undir eitt nýtt ár, at liva samsvarandi kalli okkara sum góðir hjúnafelagar, umsorganarfull foreldur, trúføst starvsfólk, umhugsnir grannar, ábyrgdarfullir samfelagsborgarir og uppbyggiligir kirkjulimir!

Ver við allari yvirvøld okkara – okkara løgtingi og landsstýrið, løgmanni og drotningini og øllum húsi teirra! Ver við biskupi og prósti og øllum teirra.

Ver við kommunalum og almennum stovnum, skúlunum, sjúkrahúsunum og øllum sosialum tænastum. Ver við politinum og dómshúsinum. Ver við vinnilívi okkara og arbeiðsplássum okkara.

Ver innanborða hjá teimum á sjógvi og í luftini. Gev fólk okkara hugflog og gott arbeiðslág, og hjálp okkum øllum, har tú hevur sett okkum við ábyrgd fyri tær at umsita land og fólk okkara.

Ver við hinduistum og buddistum, ver við muslimum og ateistum, at tey mugu læra tey at kenna sum Gud teirra og frelsari, ver við okkum kristnu, sum hava so lætt við at reka av leið, varðveit okkum í trúnni og lat okkum vaksa í náðini í Jesusi Krsti.

Hjálp okkum at liva næsta okkara nær og vera tær til æru!

Takk, at vit fáa náði at liva sum tíni elskaðu og náðu børn og eina ferð koma heim til tín, har tú ert og ræður – ein Gud, Faðir, Sonur og Heilagur Andi! Amen.