HM 2026: Amerika ella Marokko

USA, Kanaka og Meksiko hava bjóðað seg fram saman við Marokko, sum tó er “High risk”

Spælarar, venjarar og áskoðarar gera seg til reiðar til HM endaspælið í Russlandi í summar, so fyrireika Norðuramerika og Marokko seg til HM 2026 endaspælið. Bæði boðini eru góðkend.

 

Tað krevur nógva fyrireiking at gera klárt til eitt HM endaspæl. Í 2026 verða eisini helst 48 lond við til HM endaspælið, í mun til tey 32 londini, sum eru við í ár. Norðuramerika, við USA, Kanada og Meksiko, hava bjóðað seg fram.

 

Boðið hjá teimum hevur fingið góð skotsmál, meðan boðið hjá Marokko er góðkent, men verður í økjum mett sum “High risk”. Millum annað tí mett verður, at Marokko skal gera íløgur fyri áleið 100 milliardir krónur, fyri at lúka øll krøv, skrivar BBC.

 

Mett verður eisini, at HM í Katar í 2022, verður tað seinast sum eitt land kann hýsa. Vit sóu longu í 2002, at Suðurkorea og Japan hvødu HM saman. Tað sama er gladandi fyri EM, har Holland og Belgia, Eysturríki og Sveis, og Ukraina og Pólland hava verið millum londini, sum hava samarbeitt um eitt EM endaspæl.