fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 6.2m/s

Leita á in.fo

Í samband við, at HM í fótbólti byrjar í dag verður sendingin "Spurin" hjá Rás2 send úr Bowlinghøllini á Hálsi í Havn millum klokkan 14 og 16.30

Rás2 13.06.2018 (23:55)

HM-sending úr Bowlinghøllini hósdagin (Rás2)

Klokkan 14 til 16.30 seinnapartin hósdagin verður sendingin "Spurin" á skránni hjá Rás2. Sent verður beinleiðis úr Bowlinghøllini á Hálsi í Havn í samband við, at HM í fótbólti byrjar klokkan 16 seinnapartin tá vertslandið, Russland tekur ímóti Saudi Arabia á Luzniki leikvøllinum í Moskva.  

 

Millum klokkan 14 og 15 fer Petur Zachariassen at práta við leiðara og starvsfólk um virksemið hjá Bowlinghøllini, og hvat gjørt verður burturúr í Bowlinghøllini í samband við, at HM er komandi fýra-fimm vikurnar.

 

Millum klokkan 15.10 og 16 er HM-fótbóltspanel á skránni, har Heri Simonsen fer at spyrja Oddbjørn Joensen og Trónd Arge um teir átta HM-bólkarnar, og um hvønn favoritt teir hava til HM-endaspælið í Russlandi.

 

Millum klokkan 16.10 og 16.30 verður prátað við ársins venjara í føroyskum kvinnufótbólti í 2010, Birnir S. Hauksson, ið er úr Íslandi. Prátað verður um íslendsku vónirnar og um íslendska HM-hópin sum føroyingar hava stóran áhuga í. 

 

Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og á FM 98,7. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her