fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 7.3m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 12.03.2018 (19:00)

Høg ferð á boringini

Boritoymið Hvítanesmegin hevur borað heili 104 metrar seinastu vikuna, sum er nýtt met fyri eitt einstakt boyritoymið.

 

Tunnilin av Hvítanesi og norðureftir er nú beint yvir tveir kilometrar langur og liggur á -81,2 metra dýbd.

 

Hitt toymið borar frá rundkoyringini undir Skálafirði og suðureftir móti Hvítanesi. Tað toymið hevur borað 42 metrar, so tilsamans 319 metrar frá rundkoyringini og suðureftir. Teir eru nú komnir 80,8 metrar niður. Í løtuni er einki borivirksemi móti Saltnesi.

 

Tilsamans eru altso boraðir 146 metrar hesa seinastu vikuna. Hetta er tað mesta sum er borað eina viku síðani viku 33 (sum endaði 20. august í fjør), tá 163 metrar vórðu boraðir í eina viku, tá frá Hvítanesi og frá Strondum móti rundkoyringini.

 

Tilsamans eru nú boraðir 4.186 metrar av tunli av Hvítanesi og suðureftir. 2.057 metrar av Hvítanesi og norðureftir, 1.625 metrar av Strondum og til rundkoyringina, 185 metrar frá rundkoyringini móti Saltnesi og so 319 metrar frá rundkoyringini og suður móti Hvítanesi.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her