Høgareyn vs Gøtueiði, nú vit tosa um tunlar

Fleiri ynski eru um tunnlar kring landið, og vestmenningar trýsta nú hart á fyri at fáa sín, men eisini onnur pláss hava ynski um tunnil, millum annað ein undir Gøtueiði.

 

Hægsta punkt á grønu linjuni, Gøtueiði, liggur á uml 140 metrum (Høgareyn 280 m.), og er vegateinurin í hesi hædd uml. 200 - 300 m.

 

Um vit taka somu hædd á reyðu linjuni, vestmannavegnum, so er vegateinurin her heilar 7 kilometrar.

 

Eisini hevur verið ført fram, at tað er so bratt at koma upp um Gøtueiði, men sum hendan myndin vísir, so er akkurát líka bratt at koma niðan á Høgareyn, og heilar 4,4 km. mótbrekka úr Vestmanna, og uml. 7 km úr Leynum.

 

##med2##

 

Brekkan niðan á Gøtueiði er "einans" 2 km.

 

Flest øllum okkum kunnugt, so er veðrið uppi í hæddunum, sum oftast nógv verri, longur upp ein kemur, og útfrá hesi myndini, so er einki at taka feil av, á hvørjari farleið man verða truplast at ferðast/koyra á, serliga um heysti og veturin.

 

##med3##

So sjálvsagt skal tunnilin til Vestmanna og Válin, og tey yvir 1300 fólkini ið har búgva, gerðast fyrst.

 

Meir tilfar er at finna í FB bólkinum: "Ja til Vestmannatunnil", nú við yvir 1.000 limum.

 

##med4##

 

https://www.facebook.com/groups/869688860901157/?ref=share_group_link


Marner Joensen

Vestmanna

 

Reyða linjan: Vestmanna - Vágatunnilin. Grøna linjan: Leirvíkstunnilin - Søldarfjørður.

Sum vit síggja á myndini, so liggur Høgareyn uppi á uml. 280 m. hædd, og man verða eitt tað vandamiklasta strekkið at koyra á, á heyst- og vetrartíð.