Leita á in.fo

Danjal av Rana 04.12.2018 (21:03)

Høgur oljuprísur trýstir elprísin upp

Umhvørvisstovan greiðir í skrivi frá, hví hon góðtók príshækkingina hjá SEV

 

Avgerðin hjá SEV at hækka elprísin við 10 oyrum fyri hvønn kilowatttíma næsta ár, hevur elvt til nakað av misnøgd millum brúkararnar hjá SEV, tað er borgararnar.

 

Fólk skilja lítið av, at prísurin fyrst verður lækkaður við fimm oyrum tvey ár á rað, eftir at SEV hevur havt yvirskot í nógv ár, men nú verður hækkaður fyri at fíggja millum annað útbyggingina hjá SEV á Sundi.

 

Tað er sama elveitingareftirlit, sum fyrst heitti á SEV um at lækka prísin, men sum í ár hevur góðkent umbønina hjá stovninum at hækka elprísin aftur. Elveitingareftirlitið hevur í kvøld umvegis Umhvørvisstovuna sent eitt skriv út fyri at grundgeva fyri, hví hon játtaði umbønini hjá SEV.

 

Umhvørvisstovan sigur, at tvær høvuðsorsøkin eru, til at hon hevur góðkent príshækkingina. Onnur er, at oljuútreiðslurnar hjá SEV væntast at vera 65 milliónir krónur hægri í 2019 enn tær vóru í 2016, tá oljuprísurin var upp á tað lægsta. Hin orsøkin er, at vindmyllulundirnar eru seinkaðar, og hetta ger, at ágóðin av spardum oljuútreiðslum kemur seinni enn áður mett.

 

Umhvørvisstovan vísir á, at tá útreiðslurnar hjá SEV til olju vóru upp á tað mesta, í 2013, var prísurin fyri el 1,89 oyru fyri hvønn kilowatttíma.

Ár

2013

2014

2015

2016

2017

2018

2019

Oljuútreiðslur, krónur

167934

141500

86196

50911

84741

105561

116077

El-prísur, oyru fyri kwh

1,89

1,89

1,89

1,89

1,84

1,79

1,89

 

- Sum tað sæst, er elprísurin eftir hækkanina í 2019 hin sami sum hann var í 2013 til 2016. Sum eisini sæst hava elprísirnir ligið á eini rættuliga støðugari legu seinastu nógvu árini. Viðmerkjast skal, at elprísirnir fyri ídnaðarkundar lækkaðu ikki í 2018, tá ið elprísirnir lækkaðu 5 oyru/kWt til aðrar brúkarabólkar. Og nú hækka teir 10 oyru kWt, skrivar Umhvørvisstovan.

 

 

Elveitingareftirlitið vísir á, at samlaða lániskuldin hjá SEV fer at vera 1,5 milliardir krónur næsta ár og kann veksa líka til 2,4 milliardir krónur í 2024. Samstundis hevur SEV eitt mál um, at samlaða lániskuldin ikki eigur at verða størri enn 6 ferðir rakstrarinntøkuna hjá felagnum, áðrenn rentur og avskrivingar.

 

- At elveitingareftirlitið kann góðkenna, at SEV hevur havt yvirskot í rakstrinum millum 50 og 100 mió kr. seinastu árini, skal síggjast í mun til økta virksemið, sum elfelagið stendur yvir fyri. Atlit verða tó alla tíðina tikin til, at SEV verður rikið effektivt, sum elveitingarlógin leggur upp til, og ítøkilig effektiviseringsmál verða sett, sum kunnu eftirmetast frá einum tíðarskeiði til annað, skrivar elveitingareftirlitið.  

 

Elveitingareftirlitið heldur samstundis, at kapping innan vindorkuøkið eisini kann hava positiva ávirka á elveitingarøkið sum heild, í tann mun aðrir aktørar enn SEV kunnu bjóða seg fram til kappingarførar prísir. Umframt at hetta  kann viðvirka til, at samlaða lániskuldin og harvið búskaparligi váðin hjá SEV verður lægri, kann hetta eisini í aðra máta hava positiva ávirkan búskapin hjá SEV, og verða við til at skunda undir útbyggingarnar av varandi orkukeldum.  

 

Síggj alt skrivið hjá elveitingareftirlitinum her.



Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her