Leita á in.fo

Tá stovnsmetingar av fiskastovnum verða gjørdar, er høvuðskeldan hjá Havstovuni hagtøl frá fiskiskapi.

Vilmund Jacobsen 11.10.2017 (17:12)

Høvuðskeldan er fiskiskapurin

Tá stovnsmetingar av fiskastovnum verða gjørdar, er høvuðskeldan hjá Havstovuni hagtøl frá fiskiskapi. Tí eru hesi hagtøl hornasteinurin og nógv tann størsti parturin í pyramiduni, sí viðheftu mynd.

 

- Tað, sum vit ikki fáa frá vinnuliga fiskiskapinum, fáa vit frá rannsóknarskipum, eitt nú Magnusi Heinasyni, og hesi hagtøl eru mittasti parturin í pyramiduni. Aftrat hesum verða stovns­metingar gjørdar við ymiskum myndlum, sum seta saman upplýsingarnar frá vinnuliga fiskiskapinum og rannsóknum. Hetta er ovasti og minsti parturin av pyramiduni.

 

Í seinastu útgávu av Sjóvarmáli hava Eydna í Homrum og Lise Helen Ofstad, lívfrøðingar, frágreiðing um, hvussu stovnsmetingar verða gjørdar, og tær siga, at tað er bert fiskur, sum kemur upp undan vatnskorpuni, sum til ber at kanna.

 

- Tí er av alstórum týdningi, at kannaði fiskurin er umboðandi fyri veiðina. Sýnistøkan av ymiskum fiskasløgum verður tilrættaløgd soleiðis, at hon í best møguligan mun umboðar fiskiskapin í mun til skipabólkar, veiðiøki og tíð á árinum.

 

Tær vísa á, at tá stovnsmeting av toski á føroyska landgrunninum verður gjørd, ynskir Havstovan at hava umboðandi tøl, tí tað er ikki nóg mikið at taka sýni frá línuskipum tríggjar mánaðir um várið vestanfyri. Vit vita, at aðrir skipabólkar eisini fiska tosk, og at hann verður fiskaður alt árið.

 

- Lívfrøðilig sýni verða vanliga tikin av veiðini, tá skip landa. Havstovan hevur sýnistakarar, sum taka sýni á eitt nú Delta Seafood á Tvøroyri, Norðfra í Leirvík, Faroe Origin í Runavík, Kósini í Klaksvík og á Bacalao í Havn, siga tær báðar millum annað í nýggjastu útgávuni av Sjóvarmáli, sum kann lesast um heimasíðuna hjá Havstovuni - www.hav.fo

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her