Hollendsk innrás í Manchester

Premier League: Erik ten Hag vil hava minst tveir hollendskar spælarar til Manchester United

Manchester United hevur í summar sett hollendska Erik ten Hag sum venjara. Hann hevur nú havt sín fyrsta arbeiðsdag, og miðlarnir í Onglandi eru á tremur við søgum um spælarar.

 

Størstu yvirskriftirnar fær Frenkie de Jong. Hollendski miðvallarin spælir við fíggjarliga kroysta FC Barcelona, ið nærmast er tvingað at selja. Tað merkir tó ikki, at prísurin er lágur. Mett verður, at Manchester United skal gjalda um 500 milliónir krónur fyri fyrrverandi Ajax spælarin, ið fyrr hevur spælt undir Erik ten Hag.

 

Nýggjasta søgan er, at Manchester United er í holt við at keypa Tyrell Malacia. Hollendski vinstri bakkurin spælir við Feyenoord í Hollandi. Hann hevur annars verið á veg til franska Lyon, men søgan sigur at Manchester United er til reiðar at gjalda beint yvir 100 milliónir krónur fyri bakkin.

 

Av øðrum søgum er, at Cristiano Ronaldo ikki er nøgdur við vantandi innkeypini í summar. Tað kom úr portugisiskum miðlum, meðan aðrir miðlar skriva, at Cristiano Ronaldo er ætlaður ein stóran leiklut til komandi kappingarár.