fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 3°C

Vindur 10.3m/s

Leita á in.fo

Blits 14.02.2017 (21:59)

Hollywood-stjørna viðgjørd fyri krabbamein

48 ára gamli Hugh Jackman telist millum stóru filmsstjørnurnar í Hollywood. Hann hevur spælt við í filmum sum X-Men og The Wolverine.

Í gjár legði Hugh Jackman eina mynd út á sín Instragramp-profil, har hann hevur stórt plástur á nøsini. Orsøkin er, at hann er viðgjørdur fyri eitt milt slag av húðkrabba. Hetta er fimtu ferð síðani 2013, at hann fær viðgerð fyri hesa sjúku.

- Takka verið títtum eftirliti og framúr læknum er alt gott. Tað sær verri út við umbindingini, skrivar Hugh Jackman sum viðmerking til myndina.

Sjónleikarin hevur verið opin um tilburðirnar av krabbameini, og hann hevur heitt á fólk um at brúka sólkrem. Tað gjørdi hann ikki sum ungur í Australia.