Hon vil skrykkja teppið undan Vága Floghavn

– So fingu vit tað enn einaferð staðfest, at loyaliteturin hjá høvuðsstaðnum yvir fyri restini av landinum er bara til egnan fyrimun

So fingu vit tað enn einaferð staðfest, at loyaliteturin hjá okkara høvuðsstaði yvir fyri restini av landinum, hesaferð umboðað av nýggja fólkafloksborgarstjóranum, er bara til, tá ið tað er til egnan fyrimun.

 

– Seinasta »smarta« hugskotið er at skrykkja teppið undan okkara frálíku Vága Floghavn, tí nú vil borgarstjórin í Havn sjálvandi hava hann inn um sítt egna kommunumark.

 

Soleiðis skrivar Steinbjørn O. Jacobsen, fyrrverandi borgarstjóri í Klaksvík og nú einasta umboð hjá Tjóðveldi í Klaksvíkar býráð.

 

Hann er firtin inn á nýggja borgarstjóran í Havn, tí hon nú vil »skrykkja teppið undan Vága Floghavn«.

 

Hann vísir á fleiri dupultíløgur, sum verða gjørdar, tí at Havnin skal hava alt. Onnur dømi eru havnarútbyggingin í Havn, sum sambært býráðsliminum í Klaksvík hevði ligið betur í Runavík, og atløgubryggjan hjá Norrønu í Kollafirði, sum liggur betur í Norðhavnini í Ánunum.

 

Tórshavnar kommuna og Smyril Line lumpaðu Klaksvíkar kommunu fyri nøkrum árum síðani, tá Klaksvíkar kommuna eftir áheitan frá Smyril Line brúkti fleiri milliónir upp á eina alternativa havn í Ánunum til Norrønu. Tað toldi Heðin Mortensen ikki og bygdi eina sama slag í Kollafirði, sigur fyrrverandi borgarstjórin í Klaksvík, sum sigur seg taka staðiliga frástøðu frá slíkum hugburði, sum Annika Olsen og Heðin Mortensen og hini í Havn standa fyri.

 

Lesarabrævið hjá Steinbjørni O. Jacobsen kann lesasta VIÐ AT TRÝSTA HER