Hondbóltur: Steypakappingin byrjar í morgin

Í morgin, mikudagin 18. januar, byrjar steypakappingin í hondbólti hjá monnum og kvinnum.

 

Í ár eitur steypakappingin Faxe Kondi kappingin, og tað er P/F Poul Michelsen, ið er stuðul.

 

Í fjør vóru Neistin og VíF í finaluni hjá kvinnum. Tað var ein sera javnur dystur við fáum málum, sum endaði við, at Neistin vann 17-16.

 

Hjá monnum vóru tað H71 og Neistin, sum vóru í finauni. Fyrri hálvleikur var sera javnur, men í seinna hálvleiki leyp H71 burtur frá og vann finaluna 28-22.

 

Steypafinalan verður 18. februar.

 

Yvirlit yvir dystirnar hesa vikuna:

Mikudagin 18.01.2017 kl. 18.30 Kyndil – Stjørnan (kvinnur bólkur 2)

 

Mikudagin 18.01.2017 kl. 18.30 VB – H71 (kvinnur bólkur 2)

 

Leygardagin 21.01.2017 kl. 18.00 H71 – Neistin (menn bólkur 1)

 

Sunnudagin 22.01.2017 kl. 14.30 VÍF – StÍF (kvinnur bólkur 1)

 

Sunnudagin 22.01.2017 kl 14.30 Kyndil – VB (kvinnur bólkur 2)

 

Sunnudagin 22.01.2017 kl. 15.00 Stjørnan – H71 (kvinnur bólkur 2)

 

Sunnudagin 22.01.2017 kl. 16.00 VÍF – Team Klaksvík (menn bólkur 2)

 

Sunnudagin 22.01.2017 kl. 16.00 Kyndil – StÍF (menn bólkur 2)

 

Sunnudagin 22.01.2017 kl. 19.00 KÍF – H71 2 (menn bólkur 1)