Horvna gentan: Eingin av manningini skuldsettur

Eingin av manningini á Polar Nanoq er skuldsettur fyri nakað í samband við at Birna Brjánsdóttir er horvin. Tað sigur reiðaríið, Polar Seafood, sum samstarvar við íslendsku løgregluna um málið.

- Tá vit frættu, at íslendska løgreglan sá samband millum at unga gentan hvarv og trolaran Polar Nanoq, góvu vit trolaranum boð um at venda aftur til Íslands. Samstundis settu vit okkum í samband við íslendskar myndugleikar, sigur Jørgen Fossheim, reiðari.

 

Polar Seafood harmast um nógvu leysasøgurnar í íslendsku miðlunum.

- Vit vilja undirstrika, at eingi prógv eru fyri at nakað samband millum kvinnuna og trolaran, og tí er heldur eingin av manningini skuldsettur fyri nakað. Ongar niðurstøður kunnu gerast í løtuni, og umrøðan í miðlunum er einans bygd á leysasøgur og gitingar. Til málið er nærri lýst, hava vit ongar viðmerkingar. Vit vilja tó leggja dent á, at reiðaríið stuðlar manningini og veitir henni alla ta hjálp, henni tørvar, sigur Jørgen Fossheim.

 

 

Polar Nanoq er í løtuni á veg aftur til Íslands og leggur væntandi at bryggju í kvøld.