Horvna gentan: Hetta vita vit

Tríggir mans eru handtiknir, men enn eru eingi spor eftir Birnu Brjánsdóttir

Leygarnáttina er Birna Brjánsdóttir á skeinkistaðnum Hurrá mitt í Reykjavík. Um fimm-tíðina leygarmorgunin fer hon haðani og fer válandi niðan gjøgnum býin.

 

Løgreglan kann fylgja ferð hennara á vakmyndatólum hjá ymiskum handlum í miðbýnum. Klokkan 05.25 sæst hon á vakmyndum mitt av Laugardalsvegi, men síðani hvørvur hon.

 

Løgreglan hevur eisini kannað fartelefonsignalini hjá 20 ára gomlu gentuni. Tey vísa, at hon hevur gingið somu leið sum á vakmyndunum, men seinastu signalini frá telefonini koma úr Hafnarfirði stutt áðrenn klokkan seks leygarmorgunin.

 

Á vakmyndunum av Laugardalsvegi sæst ein reyður Kia Rio bilur koyra framvið, beint eftir at Birna Brjánsdóttir er farin framvið. Lítla løtu seinni sæst ein maður fara rennandi somu leið sum Birna Brjánsdóttir fór og aftur lítla løtu seinni, rennir ein maður mótsattan veg, móti reyða bilinum.

 

Á onkrum vakmyndum sæst eisini, at ein maður gongur aftan á Birnu Brjánsdóttir.

 

Les eisini Kanningararbeiðið heldur fram

 

Sporini enda í Hafnafirði 

Vakmyndir úr Hafnafirði vísa, at ein reyður Kia Rio er á havnalagnum um seks-tíðina, sama stað og somu tíð sum fartelefonin hjá Birnu Brjánsdóttir sendir fyri seinastu ferð. Vakmyndirnar vísa, at tveir mans eru í bilinum og at teir fara umborð á grønlendska trolaran Polar Nanoq. Onkrir av manningini høvdu leigað sær bilin, meðan teir lógu í Reykjavík.

 

Leygarkvøldið fer Polar Nanoq, sum hevur føroyskar yvirmenn, aftur til fiskiskap.

 

Seinni leygarkvøldið finna fólk eitt par av svørtum Doc Martens skóm á bryggjuni í Hafnafirði. Skógvarnar eigur Birna Brjánsdóttir.

 

Mánakvøldið fær íslendska løgreglan illgruna til onkran av manningin á Polar Nanoq og heitir á danska sjóverjuskipið Triton um at biðja Polar Nanoq koma aftur til Íslands.

 

Les eisini: Illgruni til grønlendskt skip

 

Reiðaríið, Polar Seafood, biður skipið venda aftur til Íslands beinanvegin og setir seg í samband við íslendskar myndugleikar.

 

Les eisini: Eingin av manningini skuldsettur

 

Mánakvøldið finnur løgreglan eina troyggju á havnalagnum í Hafnafirði, men hetta er ikki troyggjan hjá Birnu Brjánsdóttir. Løgreglan vil tó ikki útilokað, at troyggjan hevur samband við málið.

 

Bjargingarfeløg hava leitað eftir gentuni síðani leygardagin, men enn er einki funnið. Í gjár hava kavarar kavað í Hafnafirði.

 

Tríggir mans handtiknir

Um middagsleitið í gjár setti íslendska løgreglan fólk umborð á Polar Nanoq og tóku ræði á bátinum. Tríggir av manningini eru handtiknir og undir illgruna fyri at hava kunnleika um, hvat er hent við Birnu Brjánsdóttir. Teir eru avhoyrdir í morgun og verða allarhelst varðhaldsfongslaðir seinni í dag.

 

Les eisini: Tyrla á veg út á Polar Nanoq

 

Les eisini: Tyrlan komin aftur til Reykjavíkar

 

Les eisini: Tveir mans á Polar Nanoq handtiknir

 

Les eisini: Ein triði maður handtikin

 

Les eisini: Verða allarhelst varðhaldsfongslaðir

 

Polar Nanoq kom til Hafnafjarðar um ellivutíðina í gjárkvøldið. Løgrelgan hevur verið umborð og gjørt kanningar, eins og at hon hevur lagt hald á reyða Kia Rio bilin.

 

Enn vil løgreglan ikki siga nakað um, hvørt illgruni er um, at nakað revsivert er farið fram.

- Vit eru í ferð við at leggja bitarnar saman og málið við Polar Nanoq er ein biti, sum leiðir okkum nærri loysnini, sigur Grímur Grímsson, kanningarleiðari.

 

Enn veit løgreglan einki um, hvat er hent Birnu Brjánsdóttir ella hvar hon er.