Horvna gentan: Mistonktir fyri morð

Teir báðir menninir, sum vórðu handtiknir umborð á grønlendska trolaranum, Polar Nanoq í gjár, í sambandi við horvnu Birnu Brjánsdóttir í Íslandi um vikuskiftiið, eru varðhaldsfongslaðir eftir grein 211 í íslendsku revsilógini, sum snýr seg um morð.

 

Tað skrivar íslendska blaðið Vísir á visir.is

 

Rætturin dømdi teir varðhaldsfongslaðar í tvær vikur, meðan ákæruvaldið kravdi teir fongslaðar í fýra vikur. Ákæruvaldið hevur kært dómin til hægstarætt við kravi um fýra vikur varðhaldsfongsling.

 

Hægsti rættur nýtir vanliga einar tveir til tríggjar dagar at taka slíkar avgerðir, skrivar visir.is

 

Menninir vórðu handtiknir um middagsleitið mikudagin av íslendsku løgregluni umborð á trolaranum Plar Nanoq. Tann triðji maður, sum varð handtikin umborð seinni sama dag, og leysatin eftir avhoyringar í gjár, hevur sambært løgregluni einki við hvorvnu kvinnuna at gera.

 

Frettablaðið skrivaði, at vakmyndatól á havnarlagnum høvdu sæð tveir mans koma til trolaran í einum reyðum Kia Rio millum klokkan seks og hálvgum sjey leygarmorgunin.

 

Løtu seinni fór bilurin avstaðaftur og var burtur í umleið ein tíma. Bilurin stóð síðan har allan dagin og varð latin inn aftur til útleigaran seinnapartin, stutt áðrenn at trolarin fór útaftur á fiskileið.

 

Løgreglan leggur dent á at kortleggja alla farleiðina hjá bilinum.

 

Kanningar av bilinum vístu í gjár, at brotsverk varð framt í bilinum, skrivar Vísir.

 

Kanningarnar hjá tøknideildini hjá løgregluni umborð á Polar Nanoq hava eisini avdúkað tekin um eitthvørt, sum løgreglan heldur kann greiða støðuna.